Bygnaður

Umhvørvis- og vinnumálaráðið er umsitingin hjá landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum.

Fulltrúar og ráðgevar umsita fleiri málsøki hvør og samskifta við stovnar um hesi. Harumframt hava fulltrúar og ráðgevar stovnseftirlit, tó at fíggjarfulltrúin hevur fíggjareftirlit við stovnunum. Fíggjarfulltrúin umsitur § 13 á fíggjarlógini.

Fyrisitingareindin umsitur bókhaldið í sjálvum stjórnarráðnum umframt bókhaldið hjá nevndum, ráðum o.tíl. á § 13. Fyrisitingareindin hevur eisini rættlestur og skrivstovuuppgávur um hendur.