Uttanríkistænastan

Uttanríkistænastan, Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóri

Uttanríkistænastan hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi innan uttanríkisviðurskifti Føroya. Tað snýr seg um at standa fyri, at álit o.l. verða orðað í sambandi við semjur og lógarfyrireikandi arbeiðið. At gera uppskot til samtyktir, lógir og kunngerðir v.m. í hesum sambandi.

Uttanríkisviðurskiftini fevna m.a. um uttanríkispolitisku heimildir landsstýrisins sambært heimastýrislógini og uttanríkispolitisku lógini. Talan er bæði um viðurskifti, sum landsstýrið hevur málsræði á, og um viðurskifti, har landsstýrið røkir føroysk áhugamál í málum, sum ríkismyndugleikin fyrisitur, t.d. hernaðar- og trygdarviðurskifti.

Føroyskur uttanríkispolitikkur er ein staðfesting av, at Føroyar eru partur av altjóða samfelagnum. Sostatt snýr uttanríkispolitikkur seg ikki einans um at tryggja Føroyum atgongd, vinning og rættindi, men eisini um at taka ábyrgd og lyfta í felag saman við heimsins tjóðum. Tí er umráðandi, at Føroyar taka virknan lut í millumtjóða og altjóða samstørvum.

Málini, sum landsstýrið hevur málsræði yvir, fevna millum annað um samhandil við umheimin; menningarsamstarv og neyðhjálp; økisbundnar veiðifelagsskapir, landgrunsmál o.a.

Landsstýrismaðurin varðar eisini av sendistovum Føroya í Keypmannahavn, Brússel, London, Reykjavík, Moskva, Bejing og Tel Aviv. Uttanríkistænastan samskiftir eisini um viðurskifti, sum á einhvønn hátt viðvíkja føroyskum áhugamálum í útlandinum ella útlendskum áhugamálum í Føroyum.

At hava málsviðgerðina av fakligum slagi og samskifta við fakøki annars í øllum viðurskiftum. At tryggja, at øll mál verða avgreidd innan málsøki og samskipað í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. At hava yvirskipaða fakliga umsjón við málsøkjunum og fakøkjunum innan ábyrgdarøki hjá deildini.

Uttanríkistænastan hevur mótvegis Aðalskrivstovuni eftirlit við fíggjarligu stýringini av Sendistovunum og við at tiltøk innan uttanríkisøki verða hildin innanfyri ásettu fíggjarkarmarnar, umframt at gjaldskort hjá starvsfólkum verða gjørd upp  mánaðarliga.

Umbønir um alment innlit innan øki hjá Uttanlandstænastuni skulu viðgerast saman við Aðalskrivstovuni, sum stendur fyri avgreiðslu av almennum innliti.

Uppgávurnar hjá Uttanríkistænastuni eru í høvuðsheitum hesar:

  • Strategi og menning innan økið
  • Politikkfyrireikandi arbeiði í breiðum týdningi
  • Orða álit og politikkar
  • Fyrireika mál, ið skulu á landsstýrisfund
  • Svara fyrispurningum frá Løgtinginum
  • Svara fyrispurningum frá stovnum, ráðum, borgarum, kommunum, feløgum, v.m.
  • Lógarsmíð og lógarumsiting v.m.
  • Luttaka í kærumálsviðgerð innan fakøki
  • Luttaka í fakligum arbeiði, arbeiðsbólkum og annað – ofta sum leiðsla og/ella skrivari.
  • Samskifti við útlendskar myndugleikar
  • Handilssáttmálar
  • Menningasamstarv- og neyðhjálp
  • Hernaðar og trygdarviðurskifti
  • Luttøka í altjóða felagsskapum, sum landsstýrið er limur ella atlimur í: NEAFC, NAFO, NASCO, SPRFMO, NAMMCO, IWC, FAO, IMO og UNESCO.
  • Samskipan av norðurlendskum samstarvi í NSK – í samstarvi við landsstýrisfolkið, sum er norðurlendskur samstarvsráðharri.
  • Arktis samsamstarvi
  • Kunningarportalar um Føroyar: fo, Whaling.fo og FaroeseSeafood.com.
  • Uppfylging upp á altjóða sáttmálar, sum Føroyar eru partar av: ST mannarættindasáttmálin, ST Breksáttmálin, UPR sáttmálin, Europeiski mannarættindasáttmálin,
  • Fyrireika manning av nevndum
  • Aðrar ad-hoc ella varandi uppgávur
  • Samskipa uttanlands avtalur og vitjanir hjá landsstýrismanninum / Protokoll á uttanríkisøkinum
  • Bókhald

Manning:

  • Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóri
  • Bjørn Kunoy, Gunvør Balle, Elisabeth Fransiska Rasmussen, Petur Petersen, Hanna í Horni, Durita L. Jóansdóttir, Margretha Jacobsen, Páll Nolsøe, Svein Magnason, Hugo Lamhauge Hansen og Jannie Bjørgvin (samskipari)