Røður 2019 Jenis av Rana


FMS2019 - 1. november 2019 í Svimjihøllini í Gundadali

Góðu íðkarar. Og góðu áskoðarar – bæði tit í høllini her og eisini tit, sum sita heima og hyggja.

Hetta er ein spennandi dagur. Beint nú standa 81 svimjarar klárir. Tit bíða spent eftir at sleppa at leypa í ljósabláa hylin - og kanska við einum gyltum heiðursmerki um hálsin aftaná.

Og hetta er eisini ein avgerandi dagur. Tí sum Rókur nevndi í áni, so er tað ikki bara føroyska meistaraheitið, sum stendur upp á spæl – svimjararnir kunnu eisini svimja seg til Norðurlendsku Meistarastevnuna og Junior Meistarastevnuna - og eisini til EM-kappingina, sum verður í desember.

So tað verður spennandi at fylgja við hetta vikuskiftið.

---

Sjálvt um tey flestu okkara læra at svimja sum heilt ung, er tað ikki bara sum at siga tað. At vera so góð ella góður, sum tit eru, krevur miðvísa venjing. Tað er hart arbeiði. Og aftanfyri hvørt tak liggja nógvir tímar.

Og ein kaldan og myrkan november-morgun sum í morgun, hugsi eg ofta um tykkum. Svimjarar, sum fara upp, tá tað enn er bølamyrkt uttanfyri, fyri síðani at leypa í ein kaldan hyl, meðan vit onnur liggja og sova. Júst tað krevur bæði dissiplin og eitt øgiligt ágrýtni.

Uttan at taka nakað frá nøkrum, so haldi eg meg tora at siga, at svimjing er ein ektað føroysk ítróttargrein. Umgird av havi, liggur tað í okkara natúr og í okkara mentan at svimja. Tað er tí eingin tilvild, at svimjing er tann ítróttagreinin, sum Føroyar í altjóða høpi hava staðið seg best í. Á sama hátt sum sjógvurin í øldir hevur verið okkara brúgv til umheimin, so er svimjing vorðin ein pallur, har Føroyar av álvara kunnu kappast við hini á altjóða stigi. Og tað er tykkum at takka.

---

Eg havi ikki sjálvur svomið til kappingar sum hesa - og so langt frá. Men eg var so heppin, at vit høvdu svimjihyl á Tvøroyri. Og har lærdi eg at svimja.

Eg havi eisini havt nógvar góðar løtur, tá synirnir vóru smáir. Tá komu vit ofta oman í høllina her. Og tað er óivað orsøkin til, at tann yngsti bæði bleiv svimjari og seinni venjari.

Men mín størsti áhugi fyri svimjing hevur verið sum kommunulækni. Sum kommunulækni havi eg aftur og aftur rátt sjúklingum – serliga teimum við rygg- og liðsjúkum – at svimja. Tí svimjing er sunn og góð fyri alt likamið. Og eg fari at endurtaka tað: Farið og svimjið, um tit hava trupulleikar við rørslulagnum, sum vit so fínt kalla tað.

Men svimjing er ikki bara fyri likamið – hon er eisini ómetaliga góð fyri tað sosiala.

Svimjing knýtir okkum saman og er fyri øll. Hon fevnir um alt frá morgunfrúum og morgunharrum til pinkubarnasvimjing, skúlasvimjing, parasvimjing, havsvimjing, vetrarsvimjing og í dag meistarasvimjing. Og hon fevnir so sanniliga eisini um tað stóra sjálvbodna arbeiðið, sum fer fram í feløgunum kring landið. Tit gera eitt megnar arbeiði, og eg vil fegin takka tykkum fyri tað.

Og við tí fari eg at seta meistarastevnuna í stuttgeil 2019 og ynskja tykkum øllum góða eydnu.

Takk fyri.