Røður 2019 Jenis av Rana


Fráfaringarhald fyri Boga Bech Jensen - 19. september 2019 á Glasi

Góði Bogi

Tað sigur eitt sindur um lívið, at mín fyrsta almenna uppgáva, nú eg júst eri byrjaður sum landsstýrismaður, er at skula biðja einum manni farvæl, tí hann gevst.

Lívið er fult at byrjanum og endum – av fólki, sum byrja, og fólki, sum gevast.

Men hóast vit ikki fingu nakað samstarv, eri eg fegin um at bera tær eina heilsan í dag.

Av tí, at eg júst eri komin í hendan sessin, havi eg í stóran mun upplivað teg – sum Føroya fólk flest – ígjøgnum miðlarnar.

Og lat okkum bara vera erligar – tað hevur mangan leikað hart á.

Kortini hava vit havt eina kenslu av, at tú hevur verið glaður og positivur, og at tú hevur sæð ljóst uppá tað, sama hvussu trupul støðan hevur verið.

Tú er ein maður við positivum lyndi – og tað er helst er ein fortreyt, tá man skal fremja eina so stóra uppgávu, sum at leggja tríggjar púra ymiskar undirvísingarstovnar saman.

Mær er sagt, at tú – einaferð, tá tú helt eina røðu fyri tínum breiða starvsfólkahópi – brúkti Bábelstornið, sum samanbering. At endamálið við Glasi er júst tað øvugta av tí, sum hendi við Bábelstorninum. Heldur enn at fløkja tungumálini, so eingin skilti hvønn annan, er ætlanin her at skapa forstáilsi og samstarv.

Og eg kann siga tær, at tað eru mong, sum eru ovfarin yvir hesa samanleggingina – og tað, sum Glasir umboðar.

Eg var einaferð á vitjan her á Glasi við einum blandaðum Norðurlendskum hópi. Tað vóru trivnaðarnevndir úr øllum okkara grannalondum. Og her uppi á svalanum stóð Berthel Haarder – tann gamli, garvaði politikarin úr Danmark – og hugdi útyvir alt hetta yðjandi lívið av okkara ungdómum – og hann fekk næstan ikki orðið upp.

- Hetta er ein dreymur, segði hann at enda.

- Hetta er ein dreymur, tí tit hava megnað at sameint tað handaliga og tað bókliga.

Og allir hinir norðurlendsku gestirnir vóru samdir. Øll eru hugtikin av visjónunum, sum her dagliga verða førdar út í lívið. Hetta er ein øðrvísi máti at gera tingini uppá. Ein óvanlig leið at ganga.

Og Bogi, vit vita eisini, at tín leið hevur verið øðrvísi, enn hjá teimum flestu.

Tú hevur greitt frá, at tá tú sjálvur gekk í skúla, helt tú teg vera býttan. Og tú fekst at vita, at tú neyvan nakrantíð fórt at blíva til nakað, tí tú hevði so ilt við at lesa.

Tí lá tað ikki í kortunum, at tú skuldi enda sum maskinmeistari, og viðurkendur granskari og professari, áðrenn tú gjørdist skúlastjóri fyri øllum miðnámsskúlunum í Havn.

Og í øllum hesum – bæði í mun til lívsleiðina og í mun til stóru uppgávuna her á Glasi - kann eg ikki lata vera við at hugsa um títt navn.

Bogi.

Tí ein bogi er jú eisini eitt navnorð, sum Sprotin lýsir soleiðis: ein lutur av bendum viði við strongi ímillum endarnar.

Ein bogi er eitt sterkt vápn, sum bæði skal vera liðiligt og kunna geva seg, tá á stendur – men sum samstundis má vera so mikið haldført, at tað ikki brotnar, tá harðast leikar á.

Og tá trýstið er av, tá pílurin er sendur og uppgávan fullførd, má bogin flyta seg aftur til útgangsstøðuna.

Tað krevst ein sterkur bogi fyri at geva pílunum góða ferð og góðan rætning - og senda teir avstað út í verðina, har teir vónandi raka málið og treffa, so teir gera gagn og eru til nyttu.

Eg hugsi, at hetta er ein góð mynd av teimum eginleikunum, sum krevjast í hesum starvinum – og sum komandi rektarin eisini krevur hava.

At kunna standa ímóti, tá tað er neyðugt, og at geva seg, tá tað er neyðugt – alt eftir hvat tænir endamálinum best. Og yvirskipaða endamálið – fyri okkum øll - er at geva ungdóminum gott flog og rætta kós á ferðini út í samfelagið og út í lívið.

So góði Bogi. Hjartaliga takk fyri títt arbeiði.

Og eisini ein hjartans tøkk til øll tykkum, sum hava arbeitt saman við Boga. Sum hava stuðlað undir hesa samanlegging, so vit kundu fáa hetta kraftsentrið fyri okkara ungdóm. Tit eiga øll stórt rós uppiborið, tí eg veit, at tað hevur ikki bara verið lætt.

Og góði Steinbjørn – góða eydnu og hepna hond, nú tú tekur yvir í rektarasessinum, inntil nýggjur rektari verður settur. Tað verður ætlandi sum skjótast.

Takk fyri, at tú vildi taka við, nú Bogi gevst.

At enda vil eg ynskja Boga bestu eydnu og blíðan byr. Tað verður spennandi at síggja, hvagar tín leið nú ber.

Men í øllum hesum meldrinum av fólki, sum byrja, og fólki, sum gevast í ymsum størvum, vil eg bera tær eini ráð, sum eg sjálvur havi roynt at halda meg til - serliga tá eg havi havt nógv um at vera. Og tað er at royna at vera heima við hús um kvøldið.

Tí sjálvt um størv eru spennandi og avbjóðandi, so er familjan tað støðuga ýtið. Og vit, sum einaferð hava verið í sama aldri, sum tú, vita, at tað er nógv at taka sær av, tá man er signaður við einum heimi, eini góðari konu og fleiri børnum.

Lat nú bogastreingin, sum hevur verið spentur hart í langa tíð, sleppa at hvíla, áðrenn tú fert víðari á starvsleiðini.

Unna tær sjálvum – og familjuni – ta tíðina og tann friðin, sum tú nú vinnur við at hava sagt hetta starvið frá tær.

Stóra takk fyri, Bogi - og Guds signing framyvir.

Myndir: Tróndur Dalsgarð