Røður 2019 Jenis av Rana


Úrslitini av PISA-kanningini 2018 verða løgd fram - 3. desember á Hotel Føroyum

Hjartaliga vælkomin. Gott at síggja, at tit eru møtt so fjølment til hesa framløgu av úrslitunum av PISA-kanningini 2018.

Í høvuðsheitum kunnu vit siga, at tað gongur betur og betur hjá Føroyum. Vit hava fingið munandi betur úrslit til hesa kanningina samanborið við fyrstu PISA-kanningina, sum Føroyar vóru við til.

Tað var í 2005, at Mentamálaráðið gjørdi av, at Føroyar skulu vera partur av PISA-verkætlanini, og Føroyar hava sostatt luttikið í fimm kanningum: í 2006, 2009, 2012, 2015 og seinast í 2018.

Sum vit fara at síggja um eina løtu, er nógv at gleðast um. Vit hava í dag yvirhálað lond, sum vit vóru jøvn við í 2006. Og hyggja vit at úrslitunum í støddfrøði og náttúruvísind ganga pílarnir støðugt uppeftir.

Í lesing eru tølini tó blivin eitt vet verri samanborið við úrslitini í 2015. Og hyggja vit eftir motivatiónini hjá teimum ungu í sambandi við PISA-kanningina, so kann hon gerast munandi betri. So tað eiga vit at gera okkurt við.

Samanumtikið hava vit lyft veikastu næmingarnar, vit hava eina breiða miðju, men enn mangla vit ein sterkan topp. Og tað er nakað, sum vit fara at arbeiða við til komandi PISA-kanning.

Tað er nógv, sum bendir á, at vit eiga at menna KT-økið og eiga at endurskoða námsætlanirnar, landsroyndirnar og próvtøkuuppgávur. Og tað havi eg ætlanir um, at vit fara í holt við sum skjótast.

Tí vit hava ein dugnaligan ungdóm og dugnaligar lærarar, sum kunnu gerast enn betri við teimum røttu amboðunum – og tað eiga vit at raðfesta. Tí ungdómurin er framtíðin, og tí hava vit allar orsøkir til at raðfesta ungdómin.

Nú fari eg at lata Erlu Olsen, Vár í Ólavsstovu og Rúnu Hilduberg orðið. Tær fara at greiða okkum nærri frá úrslitinum av PISA-kanningini 2018.

Gerið so væl tit.

Takk fyri.