Røður 2015

Røður hjá Rigmor Dam 2015

  • Aðalfundur hjá Felagnum fyri kirkjuráðslimir - 5. mars 2016

    Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, á aðalfundi hjá Felganum fyri kirkjuráðslimir leygardagin 4. mars 2016.

    Tankar viðvíkjandi føroysku fólkakirkjuni

    Fyrst av øllum fari eg at takka fyri, at eg vegna Føroya Landsstýri og Mentamálaráðið varð biðin at bera fram nakrar tankar um føroysku kirkjuna her á aðalfundinum í dag. Tað er mær ein heiður og æra.

    Ein av mínum yndis yrkingum eitur Tíðin, og er hon eftir danska skaldið Benny Andersen. Leysliga føroyskað soleiðis:

    Vit hava tólv ur í húsinum

    Kortini slær tíðin ikki til

    Man fer út í køkin

    eftir kakaomjólk til sín klæntrasliga son

    Men tá man kemur aftur

    er hann vorðin ov gamal til kakaomjólk

    krevur øl gentur kollvelting

    Man má gera sær dælt av tíðini, meðan man hevur hana

    Dótturin kemur úr skúla

    fer út at lakka paradís

    og kemur inn eina løtu seinni

    og spyr, um man kann ansa tí lítla

    meðan hon og maðurin fara til sjónleik

    Og meðan tey eru til sjónleik

    rykkir tann lítli við eitt sindur av stríði

    upp í 3.g

    Man má gera sær dælt av tíðini, meðan man hevur hana

    Man fotograferar sína higartil ungu vív

    við eldheitum sigoynaraturruklæði

    og bakgrundin er eitt springvatn við vøkrum formum

    men myndin er ikki meiri enn framkallað

    tá hon sigur, at tað so smátt

    er hennara tørn at fáa pensjón

    so spakuliga vaknar einkjan í henni

    Man vil so fegin gera sær dælt av tíðini

    men hon hvørvur allatíðina

    Hvar blívur hon av

    Hevur hon nakrantíð verið har

    Hevur man brúkt ov nógva tíð

    til at drála við tíðini

    Man má gera sær dælt av tíðini í góðari tíð

    fjakka runt eina tíð uttan tíð og stað

    og tá tíðin er komin

    ringja heim og hoyra

    “tú hevur ringt 95 94 93 92?

    Eingin felagi hevur hetta nummarið”

    Klik.

    Henda yrking er úr savninum “Her i reservatet” frá 1971”, og eg haldi, at hon er so sigandi, sjálvt um hon er farin um tey 40 árini.

    Benny Andersen rakar seymin á høvdið. Eg vænti, at tey flestu munnu kenna seg aftur.

    Hann endurtekur fleiri ferðir, at tað ræður um at gera okkum dælt av tíðini, meðan vit hava hana, tí hon hevur tað við at hvørva ímillum fingrarnar á okkum. Tíðin er so stokkut.

    Børnini vaksa og fáa sjálvi børn, og meðan vit eldast, spyrja vit støðugt, hvar tíðin blívur av.  Áðrenn vit vita av, er okkara tíð lokin. Tað eru treytirnar hjá okkum menniskjum.

    Men hvussu gera vit tað? Hvussu gera vit okkum best dælt av tíðini?

    Tað svarar hann ikki uppá. Tað er upp til lesaran ella áhoyraran sjálvan at meta um.

    Hvat kann eg gera, fyri at gera mær dælt av tíðini, meðan eg enn havi tíð.

    Eg haldi, at henda 40 ára gamla yrking er ikki bara sonn enn tann dag í dag – nei, hon verður faktiskt bara sannari, sum tíðin líður. Seinastu 40 árini er ferðin í samfelagnum vaksin støðugt. Og vit blíva við at koyra meiri ferð á. Alt skal ganga skjótari. Verða effektivari. Alt skal vaksa og økjast. Samfelagið, sum einaferð var einfalt, er nú blivið sera komplekst, og tað umskapast allatíðina við eini øgiligari ferð. Sjálvt frá mánað til mánað síggja vit broytingar. Nýggjar uppfinningar. Sum skulu fáa tingini at ganga enn skjótari.

    Men tá nú alt er blivið so effektivt, hava vit so betri tíð? Duga vit betri at gera okkum dælt av teimum dýrabaru og avmarknaðu døgunum, okkum eru untir her á fold?

    Nei, mugu vit tíverri staðfesta. Úrslitið av hesum mangan flákruta mátanum, vit í dag liva, er kanska heldur tvørturímóti, at vit lættari gerast rótleys. At okkara tilveru manglar tyngd og støðufesti. Umskifting alla staðir eygað sær, yrkir Victor Danielsen. Hevði hann bara vitað, hvussu tað er vorðið í dag.

    Vit hava ikki reiðiliga stundir at grunda á lívsins stóru spurningar, tí teir smáu spurningarnir upptaka okkum í so stóran mun. Hvat skulu vit eta til døgurða í dag? Hvussu klári eg at gera dagsins arbeiðsbunka lidnan í dag og samstundis heinta børnini, áðrenn klokkan slær til ringa samvitsku? Nær skal eg venja til maratonið, sum eg droymi um at renna – og skal køkurin málast kremhvítur ella ráhvítur?

    Vit verða hvønn dag - allan dagin - bombarderað við smáum spurningum, vit skulu taka støðu til. Vit verða hvønn dag – allan dagin - mint á, hvat vit eiga at náa og gera, um vit skulu vera við.

    Og hesar støðugu áminningarnar, um alt vit skulu náa, koma, meðan vit skunda okkum og skunda okkum - og renna skjótari, enn vit í grundini orka.

    Men har er tað, at kirkjan kemur inn í myndina, sum ein neyðug og týdningarmikil mótvekt. Tá eg hugsi um Fólkakirkjuna, síggi eg eitt kjølfesti, sum dagliga resið ikki bítur á. Eina andliga forankring, sum er hevjað uppum teir smáu spurningarnar og ístaðin viðger lívsins og ævinleikans stóru spurningar. Teir, sum veruliga hava týdning, men sum vit ikki náa at hugsa um í gerandisdegnum.

    Og Fólkakirkjan megnar meiri enn tað – hon røkkur enntá út um tíðaravmarkingarnar, sum eru treytirnar hjá okkum øllum.

    Fyri meg er tað ein ómetaligur tryggleiki í at stíga um gomlu slitnu trægáttina í Havnar Kirkju.

    Tað er ein tryggleiki í at vita, at her var oldurabbi borin til dóps. Her var langabbi borin til dóps. Her var omma borin til dóps. Her mamma var borin til dóps. Har eg sjálv var borin til dóps. Har sonur mín var borin til dóps. Og at kirkjan er karmurin um fermingar, vígslur og gáttin, har vit øll verða borin út á okkara seinastu ferð. Øll gróðursett í somu livandi keldu, sum er størri enn hvørt einstakt okkara. Ja, í kirkjuni kenna vit hitan av hondum, ið sleptu.

    Tá ger tað brádliga ikki so nógv, um børnini gerast vaksin, ella um konan so smátt er farin at fyrireika seg at gerast einkja, sum Benny Andersen orðar seg. Tá eru vit øll partur av somu heild – av somu rót. Tá verður perspektivið flutt frá mínum egna lítla nalva – og eg síggi knappliga stóru myndina. Tað gevur tryggleika, meining og rótfesti. Og ikki minst takksemi fyri lívið.

    Vesturlendsku samfeløgini eru í stóran mun skipað fyri einstaklingin. Hóast vit hava samhaldsfastar skipanir og sosialpolitikk, so leggur bygnaðurin í vesturheiminum upp til, at  vit sjálvi eru tað týdningarmesta í okkara lívum. Heimurin snýr seg um okkum og gongur út frá okkum.

    Men í kirkjuni, og í livandi orðinum, sum har verður prædikað, verða vit mint á, at tað er nakað, sum er størri enn vit. At vit eru ein lítil partur av eini heild. At vit eru ein partur av eini langari søgu, og eini langari røð av ættarliðum, sum eru komin og síðani sokkin undir mold. Og helst hava øll hugsað, at lívið kendist alt ov stutt – og at tíðin rann alt ov skjótt. Men ætt eftir ætt hoyrdi tó sama lag.

    Eg haldi, at tað hevur týdning fyri okkum, at vit verða mint á tað. At vit fáa tikið eyguni av øllum tí, vit sjálvi skulu megna og klára og náa, og í staðin geva okkum stundir at hyggja inneftir og uppeftir. At grunda og reflektera.

    Sjálvt um vit í gerandisdegnum onkuntíð kunnu kenna okkum sum hundar, ið renna eftir okkara egna hala, tí samfelagið er soleiðis innrættað, so er kirkjan eitt frírúm fyri hesum yvirfladiska stríðnum. Her valdar eitt slag av góðum og meiningsfullum tíðarloysi, sum er ómetaliga týdningarmikið. Ja her kunnu vit á bestan hátt gera okkum dælt av tíðini.

    Summi eru so altrá eftir at modernisera kirkjuna, ritualini og siðvenjurnar. At hon skal peppast upp fyri at tekkjast teimum ungu, sum seta onnur krøv, enn eldru ættarliðini gjørdu. Kirkjan er avoldað og stirvin og treingir til dagføring, verður sagt.

    Og her halda tit kanska, at Rigmor Dam, sum annars er rættiliga progressiv og modernað, gongur á odda fyri øllum hugsandi hugskotum og umskapanum. Men har fara tit skeiv. Tí eg meti tað vera eina stóra styrki, at kirkjan hevur so sterkar siðir. At hon ikki flákrar í vindinum sum alt annað, men at hon er kletturin í okkara annars so umskiftiliga heimi, har meiningsloysi lættliga hertekur okkara avmáldu livitímar. Ja, umráðandi er, at eg upplivi tað sama, sum langabbi, tá ið hann steig inn um kirkjugátt.

    Og tað er serliga ein uppliving av, at vit í kirkjuni kunnu finna frið mitt í øllum ófriðinum.

    Og friður er veruliga eitt av lyklaorðunum fyri kirkjuna. Vit fáa ikki bara likamligan frið, tá vit seta okkum í kirkjustólin at lurta -  og vit fáa ikki bara frið í sinnið, tí vit eina løtu kunnu doyva alt tað, sum støðugt melur í høvdinum og kring okkum – at vit eisini finna sálarfrið í kirkjuni.

    Eitt sum mær hóvar so væl við kirkjuni, er, at øll kirkjufólk kunnu hava tilknýti til ein ávísan prest, og tað er nakað grundleggjandi gott og álitisvekjandi við, at sóknarprestur ikki er hvør sum helst, sum – sagt í gásareygum – “bara” trýr av einum góðum hjarta. Men at hann ella hon haraftrat er ein gudfrøðingur, sum hevur embætisskyldu til, sum gudfrøðingur at boða Guds orð, samsvarandi trúarlæru kirkjunnar, sum, hóast hon liggur føst, eisini skal boðast inn í samtíðina. – Einsamøll er ein slík fyriskipan for turrislig og soltin til at halda lív og anda í einum heilum, livandi trúarsamfelagi. Men hetta er eitt fantastiska gott grundarlag, sum missiónin, aðrir fríir kirkjuligir felagsskapir, tey sjálvbodnu í kirkjuni – og enntá eisini trúgvandi uttanfyri fólkakirkjuna – hava at halda seg til, ýta seg av eftir, og virka saman við og upp ímóti.

    ***

    Til menniskjað hoyrir jú bæði likam, sinni og sál – og bara í kirkjuni kunnu vit finna frið til allar tríggjar partarnar.

    Í eini av sínum vígslutalum fyri einum nýggjum presti, lýsti Jógvan Fríðriksson, bispur, uppgávuna hjá kirkjuni soleiðis: "At vera sálarhirði, veita menniskjum sálarrøkt, vegleiðing og hjálp fram til æviga hvílu í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara. At stimbra og ugga, at áminna og rættleiða."

    Hetta at veita sálarrøkt er ein av vakrastu og mest týðandi uppgávunum hjá Fólkakirkjuni. Orðið sjálvt, sálarrøkt, kemur úr týskum, har tað verður rópt seelsorge, og tað er vert at leggja til merkis, at orðið á týskum hevur fleiri týdningar, ikki einans sálarrøkt, men eisini sálarumsorgan.

    Hetta at vísa umsorgan fyri sálarstøðuni hjá fólki kann skiljast sum nakað annað enn tað at røkja sálina. Ja, kanska er tað í roynd og veru ein meira krevjandi og ábyrgdarfull uppgáva, tí tað krevur, at vit góðtaka ymisleika sum grundstøði undir samskiftinum. Skalt tú veita umsorgan, mást tú góðtaka og virða næsta tín, júst so sum næsti tín er, heldur enn døma hann eftir einum mátistokki, sum givin er frammanundan.

    Tá ið vit tosa um røkt og tað at røkja, antin tað snýr seg um at skula blíva frískur ella um at ansa eftir ikki at slítast niður, so hava vit ofta diagnosur ella mátistokkar, sum vit nýta. Tað er ítøkiligt.

    Men umsorgan er í hesum ljósi meira fevnandi, kanska eisini minni rættleiðandi, og er tað nakað, sum skal eyðkenna Fólkakirkjuna, so er tað júst tað, at hon er fevnandi og vísir umsorgan.

    Tað hevði menniskjað tørv á, tá Fólkakirkjan varð grundløgd – og tað hava vit helst í enn størri mun tørv á í dag.

    ***

    Í lívsins størstu løtum, tá okkara grundvøllur kollveltandi broytist, leita vit í kirkjuna. Tá vit eru hálvvaksin og klár at stíga út í vaksnamannalívið. Tá vit giftast. Tá vit fáa børn. Tá vit missa.

    Í teimum størstu løtunum í lívinum hava vit tørv á ritualunum, á óumskiftiliga boðskapinum og á opnu ørmunum. Vit hava tørv á, at ein grundvøllur er, sum alt okkara lív, er hin sami.

    Júst tí at okkara gerandisdagur í stóran mun er merktur av kensluni, sum liggur í yrkingini hjá Benny Andersen, at lívið bara hvørvur, og alt, sum vit halda okkum eiga, broytist og umskapast – og at enda eisini forferst – hava vit brúk fyri einum kjølfesti.

    ****

    Fólkakirkjan er og skal vera ein breið kirkja, ið skal kunna rúma øllum, sum trúgva samsvarandi lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni.

    Breiddin ger, at vit, sum eru so ómetaliga mong og so ómetaliga ymisk – vit kenna okkum heima í fólkakirkjuni, og finna ugga, styrki og íblástur í boðskapinum.

    – Breiddin tryggjar eisini, at kirkjan heldur fram við at vera ein livandi, viðkomandi  kirkja. Harvið ikki sagt, at øll skulu látast samd fyri einhvønn prís, tí um vit øll eru samd um boðskapin, so er hann helst antin óviðkomandi ella útvatnaður.

    Nei, styrkin er at tola, vilja og viðurkenna ymiskleikan, samstundis sum vit standa saman um tað mest grundleggjandi. Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum til at hvessa okkum vitið, styrkja lív og samleika okkara í dagsins samfelag.

    Men henda styrki er treytað av, at samskiftið virkar, og sínámillum virðingin er í hásæti, so at eingin doyvir hvønn annan, men at vit øll mynda fólkakirkjuna, bæði inneftir og úteftir.

    ***

    Í løtuni er kirkjan drigin inn í ein politiskan dyst, sum eg her ikki skal koma inn á. Men nógv verður tosað um, hvør politiska skipanin skal og kann lóggeva inn í fólkakirkjuna ella ikki.

    Í mínum hugaheimi er tað grundleggjandi ein positivur tanki, at vit hava eitt stuðlandi samband millum politisku skipanina og kirkjuskipanina. Tað er tó altavgerandi, um hetta sambandið skal eydnast, at partarnir halda tað átrúnaðarliga úr politikkinum, og politikkin úr átrúnaðinum.

    Hetta hevur søguliga givið bæði kirkjuni og politisku skipanini nakrar heilt serstakar dygdir.

    Men vit mugu alla tíðina hava fyri eyga, at hetta er eisini ein djørv og sjáldsom konstruktión.

    Og tí er tað ikki ein sjálvfylgja, at henda skipanin kann blíva við at liva og trívast.

    Kirkjan og politiska skipanin eru – meira enn flestu onnur pør – eitt sera ómakað par.

    Politikkur snýr seg um menning og um støðugar broytingar. Fjórða hvørt ár verður alt kollvelt, og ímillum valini er uppgávan hjá politisku skipanini at fremja broytingar. Raðfestingar. Og menning.

    Kirkjan snýr seg beint øvugt um tryggleika, støðufesti og sterkar siðir, sum ikki mugu broytast ov nógv.

    Og tá parið er so mikið ómakað er alneyðugt, um vit ynskja eitt ríkt og eydnusamd parlag, at báðir partar duga at virða hin partin og at vísa hógv.

    Í eini grein herfyri vísti biskupur á, at bæði kirkjan og politiska skipanin mugu minnast til, at tann dagin, tá annar parturin ikki longur kann virða grundleggjandi virðini hjá hinum partinum, so er ikki annar vegur, enn at royna at skiljast sum vinir.

    Sjálvt um tey ikki munnu vera mong, sum verða skild, tí at tey eru vinir!

    Men vit politikarar mugu tí ansa eftir, at vit ikki órógva kirkjuna ella noyða broytingar inn í hana, sum kirkjan ikki sjálv ynskir.

    Tað kann vera ringt. Tí samfelagið skal jú mennast og til tað krevjast støðugar politiskar broytingar. Kanska hava vit lyndið av og á at fara ov langt við ymsum broytingum. Onkuntíð eru vit ov bráð. Men kirkjan má fáa frið, um hon framhaldandi skal kunna geva okkum tann friðin og tryggleikan, vit so stórliga hava tørv á.

    “Man má gera sær dælt av tíðini í góðari tíð”, segði Benny Andersen. Ein góður máti at gera sær dælt av tíðini, har vit veruliga merkja og varnast tíðina – bæði farna tíð, verandi løtu og komandi dagar - er við at fara í kirkju. Tað kennist ongantíð, sum tíðin er horvin millum fingrarnar, tann tíman, kirkjugongdin vanliga varar.

    Og tí vil eg at enda hjartaliga takka tykkum øllum fyri tað stóra, avgerandi og ósjálvsøkna arbeiðið, tit gera fyri kirkjuna.

    Vit hava í dag eina góða og sterka kirkju. Men skal hon framhaldandi hava hesa støðuna, krevur tað, at vit hvør í sínum lagi gera okkara til at lívga og styrkja hana, bæði gerandis og heilagt. Mín greiða fatan er, at tí viðvíkjandi stendur grundleggjandi væl til nú, og at tí er kirkjan sterk. Sum eingilskmenn plaga at siga “If it aint broken, dont fix it”.

    Takk fyri.

  • Vísindavøka 2015 - 25. sept. 2015

    undefined

    Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í undirvísingar-, granskingar- og mentamálum, á Vísindavøkuni 2015 í iNOVA fríggjadagin 25. september

    Góðu tit øll!

    “Tað er betri at gita enn at vita”

    “Granskarar duga ikki at miðla”

    “Einki kemur burturúr gransking”

    “Gransking er ikki fyri vanlig fólk”

    Hesar løgnu útsagnir standa á smáum visitkortum, sum Granskingarráðið hevur framleitt fyri at varpa ljós á týdningin av gransking – tí sjálvsagt vekja slíkar útsagnir ans, tá ið vit síggja tær á prenti.

    Vísindavøka hevur verið allan dagin her í iNOVA, og hildið verður fram nú seinnapartin og í kvøld við fyrilestrum og tiltøkum. Eg takki fyri høvi at siga  nøkur orð og fegnist sum nýsett landsstýriskvinna í granskingarmálum um hetta sera áhugaverda og upplýsandi tiltak, sum vendir sær til okkum øll og er við til at víðka okkum sjónarringin. Á Vísindavøkuni verður ljós varpað á granskingina og týdning hennara fyri samfelagið. Í Vísindavøkublaðnum verður greitt frá, at tiltakið  er partur av evropeiska tiltakinum Researchers’ Night, og at tiltakið í ár verður hildið í 250 býum. Tað er frálíkt, at vit í Føroyum eisini eru við og síggja týdningin av at seta granskingina í miðdepilin. Øll við áhuga kunnu nema sær nýggja vitan, eisini tey, ið ikki vanliga takast við gransking og nýskapan. Granskaraheimurin kann tykjast veruleikafjarur fyri mong, men á hesum tiltaki og gjøgnum Vísindavøkuna sum heild ber til at fáa eina betri fatan av granskingini m.a. við at at hitta granskararnar til verka ella “in action”.

    Vísindavøkan hevur verið á ferð kring alt landið hesa vikuna, og granskarar hava greitt frá síni gransking bæði í skúlum, stovnum, almennum bókasøvnum og á arbeiðsplássum. Granskingin hevur tí verið atkomulig hjá nógvum borgarum, sum hava brúkt høvi at forvitnast um eitt hvørt evni.

    Eitt er nevniliga at granska, annað er at miðla granskingina, so hon røkkur longri enn til sjálvt granskingarumhvørvið.  Hetta er ein avbjóðing, sum granskararnir lofta m.a. við at bjóða seg fram til at ferðast kring landið at greiða frá og miðla. Miðlaheiðurslønin er eisini sett á skrá fyri at heiðra granskarum ella øðrum, sum duga at miðla granskingarúrslit, vísa á týdningin av gransking ella annan hátt varpa ljós á nyttuna av vísindum. Tað verður spennandi seinni í kvøld at vita, hvør fær heiðurslønina í ár.

    Gransking er nær knýtt at útbúgving og nýskapan. Granskingin gevur høvi nágreiniliga at kanna ymiskt, sum hevur týdning fyri ymsar tættir í samfelagnum og fyri fatan okkara av heiminum. Okkara evni at hugsa nýtt og øðrvísi eru mangan við til at finna loysnir upp á avbjóðingar, vit møta í gerandisdegnum.

    Útbúgving og gransking eru sera týdningarmikil mál, sum eg ætli mær at taka í størsta álvara  sum landsstýriskvinna. Granskingin skal uppraðfestast, og eg haldi tað vera alneyðugt, at bond verða varðveitt ella knýtt millum útbúgvingarstovnarnar, granskingarstovnarnar, mentanargeiran og vinnulívið. Samstarvið kann føra til nógv spennandi átøk og nýbrot. Vit mugu gera íløgur í útbúgving og gransking, tí gera vit tað, skapa vit eisini gróðrarbotn fyri nýhugsan og nýskapan, vit skapa eitt meir áhugavert samfelag og harvið størri atdráttarmegi, so fleiri velja Føroyar.

    Eg eri eisini spent uppá, hvat limaskapur okkara í ES granskingarskránni Horizon 2020 fer at føra við sær. Í Horizon 2020, sum fevnir um stuðul til gransking, menning av nýggjari tøkni og nýskapan, verður dentur lagdur á samstarv millum granskarar og vinnulívsfólk, og brýr skulu byggjast millum gransking, nýskapan og framleiðslu. Málið er at skapa vøkstur og nýggj arbeiðspláss, umframt at loysa tær avbjóðingar, sum eru fyri framman.

    Harumframt kunnu smáar og miðalstórar fyritøkur leita upplýsing og ráðgeving um ymisk granskingar- og nýskapanarøki. Til ber m.a. at fáa stuðul í tilgongdini, tá ið framleiðsla/úrtøka verður gjørd búgvin til marknaðin. Tað er mín vón, at føroyskir granskarar og føroyskar fyritøkur fara at troyta allar teir møguleikar, ið eru í hesi skránni til gagns fyri føroyska samfelagið.

    Eg legði fyri við at vísa á løgnu útsagnirnar, sum Granskingarráðið hevur prentað á visitkort fyri at varpa ljós á týdningin av gransking.

    Vónin er, at niðurstøðan av Vísindavøkuni er: At tað er betri at vita enn at gita, at granskarar duga at miðla, at nógv kemur burtur úr gransking, og at gransking avgjørt er fyri vanlig fólk!

    Eg vil fegin takka stjóranum í Granskingarráðnum, Anniku Sølvará, og øllum øðrum, sum hava verið við til at skipa fyri Vísindavøkuni, sum eg haldi er eitt forvitnisligt tiltak. Síðan vil eg at enda ynskja tykkum øllum eina góða Vísindavøku við hesum lærusetningi, hvørs uppruni ikki er heilt greiður:

    Ikki alt, sum kann teljast, telur.

    Ikki alt, sum telur, kann teljast

    Takk fyri!

  • Ráðstevna um "CMS" og validering - 28. september 2015

    undefined

    Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, á ráðstevnu um "CMS" og valdidering í Norðurlandahúsinum mánadagin 28. september kl. 09.00.

    Vejlederkonference

    Som minister for bl.a. undervisning vil jeg  byde jer alle sammen hjertelig velkommen til denne vejlederkonference, hvor hovedemnerne er karrierevejledning, karrierekompetence og vejlederens rolle i valideringsprocesser. En særlig velkomsthilsen til vore nordiske forelæsere og gæster.

    Det nordiske samarbejde på undervisningsområdet er af stor værdi for udvikling af vore uddannelsessystemer bl.a. faglige- og pædagogiske kompetencer,  lærestrategier og stukturer. En stadig dialog og ideudveksling  giver både   inspiration og et bredere  perspektiv til  faglig udvikling, nytænkning og prioriteringer.

    Vores fælles mål er at skabe muligheder og strukturer for uddannelse for alle i et livslangt perspektiv, som også er målet for det nordiske samarbejde på uddannelsesområdet. Dette gælder alle former for læring både formel og ikke formel uddannelse og læring, hvor vi må lægge vægt på livslang opkvalificering for alle både i uddannelsessystemet, i voksen- og efteruddannelse og i arbejdslivet.

    Det sætter samtidig krav til udviklingen af lære- og uddannelsesmuligheder, nye systemer og fagligt personale, så at alle kan få mulighed for at lære og udvikle sig gennem hele livet. Faglige og sociale kompetencer er en forudsætning for, at vi kan være konkurencedygtige på arbejdsmarkedet, men det er også en del af demokratiprocessen, at kunne yde og deltage aktivt i samfundsdebatten. Derfor er det nødvendigt at prioritere opkvalificering af borgernes faglige kompetencer, som en forudsætning for personlig udvikling og omstilling til nye krav og  arbejdsopgaver.

    Konferensen i dag sætter fokus på vejledning i et bredt perspektiv med henblik på karrierevejledning, karrierekompetence og vejlederens rolle i valideringsprocesser.

    Vejledning og validering har stor betydning i arbejdet med karrierevalg og at udvikle karrierelæring og karrierekompetencer. Det er et arbjde, som omfatter hele undirvisningforløbet, samt voksen-undervisningen.

    På Færøerne får eleverne fra 6. – 10. klasse vejledning i henhold til det obligatoriske undervisningsemne uddannelses- og erhvervsorientering. Vejlederen skal med udgangspunkt i bekendgørelsen om skolevejledning bl. a. rådgive eleverne omkring uddannelses- og erhvervsvalg, arbejdsmarket, udannelsessystemet og at udfærdige uddannelses- og virksomhedsplan for den enkelte elev, hvor der lægges vægt på den enkeltes interesser, kompetencer og arbejde for at gennemføre og nå planlage mål i henhold til uddannelse og erhvervsvalg.

    Det nyvalgte landsstyre har i sin koalitionsaftale sat sig som mål at udvikle vejledningen og etablere en struktur, hvor der bygges bro mellem folkeskole og ungdomsuddannelserne over hele landet.

    Inden for de gymnasiale ungdomsuddannelser har vi på Færøerne valgt at beholde gennemførselsvejledningen og den ”gamle” studievejledning ude på skolerne, i modsætning til udviklingen i f.eks. Danmark. I gymnasiet skal eleverne gennemføre det obligatorisk fag studieudvikling (lestrarmenning) - 25 timer i første g. - som svarer til det vi normalt forstår ved gennenførselsvejledning. Det drejer sig om udvikling af studiekompetencer, som består af studieteknik og studievejledning. Formålet er at give eleven redskaber, så han i studietiden tilegner sig grundlæggende kompetencer at læse og forske, så han magter at genemføre uddannelsen til fastsat tid. Undervisningen og vejledningen skal styrke elevens kompetencer til selvstændigt arbejde og gøre ham bevidst om læringsmetoder, egen læring, læringsbehov og krav for at gennemføre en ungdomsuddannelse. Ud over gennemførsels-vejledning skal der gives vejledning med henblik på sociale, personlige og økonomiske udfordringer. Skolerne har i år fået mulighed for at yde professionel psykologbistand. Den sidste del af vejledningen er fællesvejledning, der blandt andet varetager arbejds- og studiemuligheder efter gymnasiet og i særdeleshed optagelsesmuligheder og optagelseskrav i til fortsatte studier.

    Landsstyret har også prioriteret at sætte fokus på frafald i ungdomsuddannelserne og vil som et indsatsområde skabe forudsætninger for, at der bliver en fleksiblere tilgang mellem teoretiske og praktiske kompetencer.

    Desuden er der i de nye læreplaner både for folkeskolens undervisning og i ungdomsuddannelserne indført emnerne at lære at lære og livslang læring.

    Eleven skal gøres bevidst om, hvad det betyder at lære foruden at kende forskellige læringsmetoder, og hvad formålet er med læring. Desuden skal alle elever motiveres til at reflektere over egen fremtid og sætte sig personlige mål, hvor læreren og  vejlederen har en betydningfuld rolle at vejlede og skabe forudsætninger, som motiverer den unge til livslang læring.

    Det er af stor betydning for karriereudvikling og tilegnegnelse af kompetencer, at eleven tidligt bliver bevidst om, hvilken social og personlig betydning uddannelse har for at udvikle menneskelige og samfundsmæssige ressourcer. Karrierekompetencer bør være en del af hele undervisningforløbet og forankret i skolers og uddannelsesinstituioners læreplaner, så mennesker hele arbejdslivet er “mindet” til at lære nyt, men der er også store udfordringer, for vi lever i et multikulturelt samfund, hvor vi har forskellig baggrund både  med hensyn til uddannelse, kultur og sprog.

    Vejlederens opgave i henhold til valdidering og karrierevejldning er af særlig stor betydning, for der er mange mennesker, som ikke har tilstrækkelige kompetencer til den karriere, de ønsker at opnå, eller ikke kan dokumentere disse kompetencer. Det er vigtigt, at vejledningen giver muligheder både for validering af formelle og ikke formelle kompetencer og at tilrettelægge læringsforløb for tilegnelse af nye kompetencer og opgradering af manglende eller ikke tidssvarende kompetencer.

    På Færøerne er vi ikke nået så langt indenfor karrierevejledning som i de andre nordiske lande, men vi er i gang med at videreudvikle både vejledning og validering. Vi har oprettet en masteruddannelse i vejleding på det færøske universititet, hvor det første hold er kommet godt halvvejs gennem uddannelsen, der er sat i værk sammenhængende læreplaner fra førskole til slutningen af ungdomsuddannelserne, der er oprettet en stilling for validering og læseplansarbejde, der er sat i værk lovgivning om validering, og der er udfærdiget forslag til bekendtgørelse om validering. Så arbejdet er i gang med at etablere et system for validering og vejledning.

    I landstyrets koalisationsaftale lægges der vægt på, at uddannelsespolitikken ideologisk skal bygge på synspunktet om livslang læring, og at man går i gang med at etablere en struktureret voksenundervisning. Samtidig anerkender landstyret, at nødvendige redskaber i en strukturet voksenundervisning er bl.a. vejledning, validering og efteruddannelses-mugligheder.

    Validering og kompetenceudvikling burde være en rettighed for alle, et redskab til karriereudvikling for den enkelte og samtidig et grundlag for både uddannelsessystemet og arbejdsmarkedets konkurrenceevne. Det må være vores motto både politisk og i relation til arbejdsmarkedets parter, at vi ser validering som et fælles anliggende, hvor vi skaber mulighed for, at alle har mulighed for at få vurderet sine samlede kompetencere og fortsat kan dygtiggøre sig.  Dette vil uden tvivl øge motivationen for uddannelse og føre til, at uddannelse kan sættes sammen på en mere fleksibel måde.

    NVL med Antra Carlsen, hovedkoordinator og vores egen kontaktperson Elisabeth Holm har haft meget stor betydning for vores arbejde med livslang læring, at udveksle erfaringer, udvikle kompetencer og give os inspiration på området. Dette skyldes især vores deltagelse i NVL`s ekspertnetværk indenfor flere områder som validering, vejledning, distans og alfarådet. Hjertelig tak med ønske om fortsat godt samarbejde.

    Jeg vil til sidst ønske  alle en fortsat god konference med håb om, at vi får en god faglig nordisk erfaringsudveksling, som vi alle kan bruge videre i vores arbejde med vejledning i et bredt perspektiv og udvikling af karrierekompetence. Jeg håber  også, at I, vore nordiske venner og gæster, får et godt ophold her på Færøerne. God konference.

  • Vaksnamannaútbúgving á breddan - 29. september 2015

    Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, á almennum seminari á Hotel Hafnia 29. september 2015, har vaksnamannaútbúgving er sett á breddan

    Kære deltagere på seminar om voksnes læring

    Ude omkring i de små hjem sidder kompetente voksne mennesker, der af forskellige årsager aldrig fik papir på deres kompetencer. Vi har de gæve fiskerkoner, der holdt hus og hjem, mens manden var på havet. Vi har de mange kvikke, våde og kolde hænder, der gennem årene skar og rensede, sorterede og pakkede fisk i landets mange filetfabrikker. Vi har de udiagnostiserede ordblinde, den alt for unge mor, den ufaglærte hjemmeplejer, kommunens selvlærte vicevært og ham fyren mand, der på grund af sygdom i ungdomsårene aldrig gennemførte en uddannelse, men der som sømand har tæmmet de vilde verdenshave i årevis. Og så har vi alle dem der fik papir på deres kompetencer, men som af forskellige årsager har brug for faglig påfyldning og tilpasning til nye udfordringer.

    Jeg skal som kultur og uddannelsesminister byde jer alle sammen både forelæsere og deltagere hjertelig velkommen til dette seminar om uddannelse for voksne og livslang læring.

    Voksnes kompetencebehov kan i perspektiv af livslang læring både ses i forhold til eventuel mangelfuld grunduddannelse, så vel som ny og oppdateret kundskab som følge af samfundsændringer, teknologisk udvikling, nye faglige krav og ikke mindst som følge af økonomiske nedskæringer. Vi må samtidig erkende, at voksnes mulighed til oppdateret kundskab og udvikling af ny kompetence er et viktigt element for at øge konkurrencekraften og bygge dagens og morgendagens samfund. I denne sammenhæng er både vejledning, validering og voksenundervisning et betydningsfuldt redskab i arbejdet at dokumentere og opnå opdateret samt ny  faglig kompetence.

    Voksenundervisning på Færøerne er ikke en samlet enhed, men den foregår på flere arenaer, i erhvervsuddannelserne, på de gymnasiale ungdomsuddannelser, i fritidsundervisningen, hvor der både er grundlæggende undervisning for voksne, som ikke har afsluttet folkeskolens afgangseksamener i niende og tiende klasse og som enkeltfags studerende på HF niveau, som især de vælger, som vil søge ind på en bacheloruddannelse, der er grundlæggende og videregående kurser i færøsk for tilflyttere, undervisning for ordblinde og læse- og skrivesvage, erhvervsrelaterede uddannelser indenfor landbrug og det maritime område, som fiskeskipper og motorpasser foruden mange kunst og håndværkskurser. SOSU uddannelser på Heilsuskúla Føroya, fiskeriskole, maritime uddannelser på Føroya Sjómansskúla foruden uddannelser på det færøske universitet.

    I vores globale videnssamfund er der stort behov for, at vi har en veluddannet befolkning, således at alle borgere har mulighed for at deltage i livslang læring, og ikke mindst, at de bevarer motivationen til omstilling og forsat læring hele livet. Faglige og sociale kompetencer er en forudsætning for, at vi kan være konkurencedygtige i en globaliseret verden. Derfor er det nødvendigt at prioritere opkvalificering af borgenes faglige kompetencer som en forudsætning for personlig udvikling, omstilling til nye arbejdsopgaver og teknologisk udvikling, fortsat deltagelse på arbejdsmarkedet og en aktiv demokratisk deltagelse.

    Validering og vejledning er vigtige redskaber i arbejdet at skabe et system for livslang læring, og som er et prioriteret indsatsområde, som vi især sætter fokus på som led i arbejdet med opkvalificering af voksnes læring.

    Vi er i gang med at danne grundlag for et system eller en struktur for voksenlæring. Der er oprettet en masteruddannelse i vejleding på det færøske universitet, hvor det første hold er kommet godt halvvejs gennem uddannelsen, der er sat i værk sammenhængende læreplaner fra førskole til slutningen af ungdomsuddannelserne, der er oprettet en stilling indenfor validering og læseplansarbejde, der er sat i værk lovgivning om validering, og der er udfærdiget forslag til bekendtgørelse om validering. Så arbejdet er i gang, og den næste udfordring bliver at etablere et system for den formelle anerkendelse af validering og en oplæring/kompetenceudvikling af de fagpersoner og vejledere, der skal udføre valideringsprocessen.

    E-læring og fjernundervisning skaber også gode muligheder for kompetenceudvikling på Færøerne. Både i forhold til nationale undervisningsmuligheder og internationale uddannelsesmuligheder. Hidtil har man ikke haft en strategisk planlægning på området, men fjernstudier er dog under udvikling og etablerede på flere områder f.eks på Fjernstudiecentret i Suðuroy, på Handelsskolen og på det færøske universitet.

    Det nordiske samarbejde på undervisningsområdet er af stor værdi for udvikling af voksen- og livslang læring. Et forum, hvor der lægges vægt på faglige- og sociale kompetencer, lærestrategier og uddannelser i de enkelte lande. Med et øget fokus på voksnes læring knyttet til et bredt spekter av læringsarenaer, ligger der store muligheder i, at de nordiske lande kan dele sine erfaringer og samarbejde om fælles udfordringer.

    Det er dette samarbejde og de erfaringer, de nordiske landene har indenfor voksenlæring, som vi vil støtte os til i vores arbejde. Vi sætter stor pris på NVL´s arbejde og for den færøske deltagelse i NVL´ekspertnetværker, som vil give os inspiration, ideer og gode råd i vores arbejde med at etablere en systematisk voksen-undervisning på Færøerne.

    For mange, mange år siden, da jeg endnu var ung og grøn og studerende i Danmark, fik en veninde lokket mig med til en clairvoyant. Mit jordbundne og rationelt/kritiske ståsted fik mig dog ikke vippet af pinden, selv om det faktisk var lidt mærkeligt, hvor meget denne fremmede, mystiske og selvlærte kone kunne afsløre om mig, min familje, fortid og fremtid. Da vi skulle tage afsked, kom hun rendende med en bakke med små sedler, og bad mig vælge en ud af bunken. En slags læresætning, der skulle følge mig resten af livet. På sedlen stod der: Hvis menneskene ikke får lov til at folde sig ud, går samfundet i stå.

    Med disse ord ønskes os alle sammen et godt seminar med faglig inspiration, erfaringsudveksling og nye ideer, som vi kan bruge videre i vores arbejde med at udvikle og etablere en fleksibel og målrettet voksenlæring.

  • Ráðstevna um ung og demokrati - 1. oktober 2015

    undefined

    Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, hildin í Norðurlandahúsinum 1. oktober 2015 í sambandi við ráðstevnu um ung og demokrati

    Góðu luttakarar, fyrilesarar og fyrireikarar!

    Eg takki fyri tann heiður, tit hava víst mær og Føroya Landsstýri við at bjóða mær at seta hesa ráðstevnu um hetta viðkomandi og háaktuella evnið, ungdómur og fólkaræði.

    Í nýskrivaða samgonguskjalinum stendur at lesa, at “Førleikarnir at taka lut í fólkaræðinum eiga at verða styrktir frá barnsbeini gjøgnum skúla og útbúgving”. Hesin setningur er ikki tikin úr bláari luft, men er úrslitið av einum drúgvum kjakið millum okkum í samgonguni, eftir at vit tey seinastu árini hava havt eina uppliving av, at fólkaræðið føroyinga kundi havt betri kor.

    Demokrati er so mangt. Tað er tann formellið og ítøkiligi stýriformurin við eini valskipan, har meirilutin ræður, og minnilutin vónandi eisini verður vardur. Hin parturin er tann meira óítøkiligi og óformelli, sum snýr seg um, hví og hvussu vit fremja fólkaræðisligan anda, herundir, hví tað er so umráðandi, at eisini ungdómurin tekur lut í fólkaræðinum?

    Vit læra, at “ungur nemur, gamalur fremur”. Hetta er sjálvandi ein góð orsøk til, at tað hevur so nógv at siga fyri fólkastýri okkara, at ungfólk taka lut í fólkaræðinum, so skjótt sum aldur og førleikar loyva tí.

    Men tað er í øllum førum minst tvær líka so týdningarmiklar orsøkir:

    Onnur er, at ungfólk eru so lítið bundin av vanahugsan. Tey hava ikki enn vant seg við at síggja viðurskiftini úr somu sjónarhornum, sum vit tilkomnu, og so eru ungfólk so deiliga ótolin. Tingini skulu henda her og nú! – Og okkum tørvar nógv frísk og ótolin íkast, so vit ikki sleppa at gera alt, sum vit plaga og halda fast við loysnir, sum kanska vóru góðar í mun til trupulleikar og avbjóðingar, sum vóru einaferð. Ungdómurin gongur tíbetur á odda við hugburðinum um, at “plagar er deyður” – og tað hava vit brúk fyri.

    Hin orsøkin er, at bara við at luttaka, læra vit av álvara at síggja møguleikar og loysnir, og tá læra vit av álvara at virða skipanina og vera góð við hana.

    – Ikki tí at tey ungu bara skulu læra at hugsa “sum hetta er gott!” og síðani lata alt um seg ganga. Nei, tvørturímóti, síggi eg fram til, at fleiri ung, av kærleika til skipanina, gerast meira atfinningarsom, seta fleiri krøv, seta fleiri spurnartekin og skjóta upp fleiri loysnir.

    Eg trúgvi ikki, at nakað annað kann bera føroyska samfelagnum so stór, skjót og haldgóð framstig, sum ein virkin, atfinningarsamur og ótolin ungdómur. Tí tørvar okkum tær ungu røddirnar í politiska kjakinum, eins væl og í fakliga kjakinum.

    Lúrandi hóttanin móti fólkaræðinum, sum stendst av, at ung í minni mun taka lut, er ikki nýggj – heldur ikki um okkara leiðir. Hetta sæst eitt nú í stóru norðurlendsku frágreiðingini um “Demokrati i norden” frá 2004.

    Ungfólk sveima so at siga í samfelagsligum vektloysi, frá tí at tey ikki longur eru børn, til tey hava fest røtur, sum vit gera við at finna fast  arbeiði, fáa maka, børn og so framvegis. Hesa tíðina hava ung serliga lítla tilelving til at taka lut í fólkaræðinum. – Hetta er sum so onki nýtt.

    Tað nýggja er, at bæði krøvini frá samfelagnum og tíðarrákið gera, at tíðarskeiðið í samfelagsligum vektloysi gerst alsamt drúgvari, við tað, alt fleiri eru longri undir útbúgving og festa røtur við maka, húsaláni og børnum seinni.

    At tilkomandi ættarlið verða hildin so leingi føst í leiklutinum sum ungdómar kann gerast eitt vandamál í mun til fólkaræðið, um tey ikki verða eggjað til luttøku. Kalendarin lýgur sera sjáldan, tess eldri vit gerast, tess meira skal til, at fáa fólk at broyta vanar.

    Tí mugu vit gera tað, vit kunnu, fyri at eggja ungdómum til luttøku, meðan tey enn eru og virka sum ungdómar.

    Vanliga verður sagt, at valluttøkan í Føroyum er millum heimsins hægstu. Men vit hava tann heilt serliga bygnaðarliga trupulleika, at stórur partur av okkara ungu eru uttanlands í útbúgvingarørindum so nógv av sínum bestu árum. Tá ið tey standa við øðrum beininum í einum øðrum samfelag, er teirra valluttøka lægri enn hjá ungum annars. Við verandi, tungu mannagongd greiðir bert okkurt um annarhvør lesandi atkvøðu.

    Her má vend koma í, tí okkum tørvar hvørja einastu spræknu, nýskapandi rødd, sum vit kunnu fáa fatur í. Ikki bara tá val er. Enn meira tørvar okkum íkastini til kjakið ímillum valini, íkastini til tann demokratiska andan.

    Hvussu gera vit so tað? Eg veit ikki rættiliga, men loysnirnar munnu vera fleiri. Bæði læknalesandi og sálarfrøðilesandi hava verið við í hesum kjakinum. MFS – Meginfelag Føroyskra Studenta, hevur eisini tikið hesa avbjóðing í álvara við at flyta so stóran part av skipaða virkseminum út á netið, so fólk eru óheft av tíð og stað.

    Hesi lata seg ikki forða av landamørkum og ferðaseðlaprísum, men hugsavna seg um fakligheitina, demokratiið og áhugamálini, sum savna, og skapa soleiðis einar størri, fakliga sterkari, og meira tilvitaðar Føroyar. Hetta er avgjørt leiðin at ganga: At hóast føroyskur ungdómur er uttanlands í lestrarørindum, kunnu tey framhaldandi taka lut í fólkaræðinum Føroyar, bæði fyri teirra egnu skuld, men sanniliga eisini, tí Føroyar tørva teirra virðismikla ungdómsíkast.

    Sum áður nevnt, er tað ein grundleggjandi strukturellur trupulleiki at so stórur partur av okkara ungdómi er burturstaddur so leingi. Okkum nýtist ungdómsins frekleika, bráðlyndi, skapanarhug og dirvi.

    Men tað er eisini so nógv annað, sum vit politikarar kunnu gera, og nógv hava vit longu sett okkum fyri at gera.

    Her í Norðurlondum verður ofta sagt, at tað, at fólk hava stórt álit og tiltrúgv á politisku skipanina ger, at fólk eru so røsk at taka lut í fólkaræðinum, tí tey hava eina kenslu av, at tað ber til at gera mun. Men her síggja vit tíverri í fleiri kanningum – eitt nú í fokusbólkasamrøðum frá Heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur – at í hvussu so er millum ungar útisetar stendur so illa til við álitinum á politisku skipanina, at hetta mistreystið er ein høvuðsorsøk til, at fólk velja ikki at koma heim aftur. – Hetta var lítið hugaligur lesnaður! Men tað góða við hesum døpru tíðindunum var, at her kunnu vit politikarar av álvara gera mun. Vit kunnu gera tað heilt uttan kostnaðarmiklar fyrireikingar og langar útgreiningar, tí tað einasta, sum krevst, er, at vit politikarar gera sum Michael Jackson sáli sang í "Man In The Mirror":

    “….No Message Could Have
    Been Any Clearer
    If You Wanna Make The World
    A Better Place
    Take A Look At Yourself, And
    Then Make A Change”

    Tað er millum høvuðsmálini hjá hesi samgongu, og verður eisini nevnt fleiri ferðir í samgonguskjalinum: Tað er ikki nokk bara at taka rættar avgerðir. Vit mugu eisini endurskapa álitið á skipanina við at hava og virða greiðar mannagongdir, so ein og hvør veit, hvussu avgerðir verða tiknar, og eftir hvørjum meginreglum.

    Og eitt aftrat: Avgerðir mugu eisini takast í tøkum tíma. Eg nevndi heildarætlanina um fólkaflyting og fólkavøkstur, ið sum heild er eitt gott og ítøkiligt álit, sum vísir á, hvat ber til, og hvussu tað kann verða framt. Trupulleikin er bara, at so lítið hendi – ella rættari: at landið gjørdi so lítið. Meðan vit longu síggja ágóðan av, at allir aðrir aktørar, sum verða nevndir í álitinum, í stóran mun hava framt tey átøkini, sum verða skotin upp, so hava landsmyndugleikarnir framt millum lítið og einki av teimum átøkunum, sum veruliga kosta at seta í verk. Ikki tí, orðini vóru stór, men so lítið er framt.

    Eisini her hava vit sett okkum fyri at vend skal koma í: Orðini “....byggja og menna Fróðskaparsetrið, lestrarbý við tilhoyrandi bústøðum, granskingarkarmar og mentanar- og frítíðartilboð til ung lesandi” standa orðarætt soleiðis í samgonguskjalinum, og tit kunnu líta á, at tey verða ikki bara standandi har: Vit fara at blása lív í tey. – Vit hava sett universitetsbýin í samgonguskjalið; men har verður hann ikki verandi: Longu um fá ár síggja tit hann eisini á Frælsinum!

    Hetta fer at gagna luttøkuni hjá serliga ungum í fólkaræðinum á tveir hættir:

    Heilt ítøkiliga, so fer eitt útbygt Fróðskaparsetur at geva okkum ta gávu, at fleiri ung lesa her heim, um ikki annað ein part av lestrartíðini, og tí kunnu virka í gerandislívinum her – og politiska skipanin noyðist at fyrireika seg til, at tey eru her!

    Ein onnur styrki fyri fólkaræðið verður tá, at so hvørt, sum leikluturin hjá Fróðskaparsetrinum og granskingini verður styrktur, fáa vit fleiri, meira viðkomandi og betri undirbygd íkøst, bæði til samfelagskjakið og tíðindaflutningin. Hetta fer at eggja ungdómum at halda seg framat og at vera við til at seta dagsskránna, umframt at vit verða ríkað við føroyskt grundaðum tilfari, uppgávum og granskingarverkætlanum á fleiri økjum.

    Eg legði fyri við at nevna, at samgonguskjalið sigur “Førleikarnir at skilja og luttaka í fólkaræðinum eiga at verða stryktir frá barnsbeini gjøgnum skúla og útbúgving.”

    Eg havi nevnt tørvin á at styrkja álitið á skipanina, at eggja okkara útisetalesandi at luttaka í føroyska kjakinum og týdningin av at raðfesta tiltøk í heildarætlanini fyri fólkavøkstur, útbúgving, lestrarbústaðir og mentan, sum alt eru tiltøk, sum kunnu styrkja okkara unga og viðbrekna demokrati, eisini í framtíðini. Men skulu vit byrja frá barnsbeini av, so skulu dagstovnar og fólkaskúlin eisini á banan, eitt nú við at hava floksins tíma og samfelagsfak á tímatalvuni og at seta á stovn næmingarráð í øllum skúlum. Hetta eru alt mál, sum samgongan hevur sett sær - gylt mál, sum kunnu styrkja okkara fínasta felagsskap: Fólkaræðið Føroya.

    Vegna Føroya Landsstýrið skal eg við hesum ynskja okkum øllum eitt gott, gevandi og úrslitaríkt tiltak, sum fer at bera væl útum dagin í dag, í røttum demokratiskum upplýsingaranda her í Norðurlandahúsinum.

  • Altjóða læraradagur - 2. oktober 2015

    undefined

    Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við altjóða læraradag – hildin á Toftum 2. oktober í 2015

    5. oktober hevur ST - Sameindu Tjóðir - ásett at vera altjóða læraradag. Tað ger ST, so vit øll eina løtu verða mint á, hvussu ómetaliga týdningarmiklir lærarar eru. Eisini verða vit mint á, hvussu nógv útbúgving hevur at týða fyri hvørt barn, fyri hvørt samfelag, og at útbúgving er ein av grundsúlunum undir einum góðum, tryggum og livandi samfelag nú og í framtíðini. Ja, fyri allan heimin!

    Kendi professarin John Hattie hevur gjørt ein topplista við øllum tí týdningarmesta í sambandi við skúla og læring. Vit halda kanska, at tað eru góðir bygningar, teldur og annað, sum hevur alt at siga. Tað hevur sjálvandi nógv at siga, og tit her á Toftum hava sera fínan skúla við goðum umstøðum, men tað týdningarmesta í góðari læring eru tit børnini og lærarirnir. Tit hava alt at siga. At tit børn gera tykkara allar besta – fylgja væl við, arbeiða miðvíst og stuðla hvør øðrum, og at tit lærararnir hava gott samband við børnini, vísa eldhuga á fakøkjum tykkara og samstarva væl tykkara millum og við leiðsluna. Har hava vit í Mentamálaráðnum eisini stóran leiklut.

    Vit gera lógir, kunngerðir og rundskriv, og vit skulu tryggja, at tað fíggjarliga er nóg gott grundarlag hjá tykkum at arbeiða. Og vit skulu eisini tryggja, at lærarar alla tíðina verða førleikamentir. Har hevur nýggja samgongan sett sær fyri, at hetta økið skal mennast. Tí er tað, at eg havi gjørt av, at longu nú 12. og 13. november skulu lærarar savnast í sambandi við happingarkanningina og tey úrslit, ið har eru komin fram. Vit skulu tryggja, at øll hava tað gott í skúlanum, og lærarar skulu hava bestu amboð til at náa tí málinum. Tí má førleikamenning til. Og hetta fyrsta tiltakið verður bara byrjanin.

    Í Føroyum er tað so, at øll børn hava rætt at sleppa at ganga í skúla, líka mikið um tit eiga foreldur, sum eru rík ella ikki, líka mikið trúgv, húðarlit og ikki minst, um tit eru genta ella drongur. Tað er ikki ein sjálvfylgja alla staðni í heiminum, tí nógvastaðni sleppa gentur ikki í skúla. Og í hesum døgum verða vit mint á, at kríggj og ófriður kann oyðileggja alt, nú flóttafólk hvønn einasta dag noyðast at rýma frá øllum tí, tey eiga og eru góð við. Vit skulu verja tað, sum er bygt upp í Føroyum, og vit skulu vera til reiðar at hjálpa teimum, sum ikki eru so heppin sum vit.

    At vit í Føroyum eru so væl fyri, er millum annað tí, at vit hava góðar lærarar, og at vit í nógv Harrans ár hava havt tað. Hesir lærarar hava lært okkum at lesa, skriva og rokna. Lært okkum okkara egnu søgu og um onnur lond og onnur fólkasløg og teirra siðir. Lært okkum at vera góð við hvønn annan og taka ábyrgd og ikki minst, at vit øll skulu gera okkara allar besta, so vit sjálvi og øll, tey vit eru góð við, klára seg væl og hava tað gott. Nógvir lærarar eru sum ein mamma ella ein pápi fyri onkran av okkum. Eg trúgvi ikki, at nøkur starvslýsing í heiminum klárar at rúma øllum tí, sum lærarar hvønn einasta dag taka á seg, og hvussu stóran mun tit kunnu gera hjá einum barni. Tit eru mangan tryggasta havnin. Kanska enntá einasta havnin. Tí hava tit so hjartaliga uppiborið, at ein dagur um árið verður brúktur, at heiðra tykkum og tað arbeiði, tit gera.

    Eg skal nýta høvið at takka fyri innbjóðingina frá tykkum, og takka tykkum fyri, at tit skipa fyri læraradegnum. Tað er gott og neyðugt hjá mær at koma út á skúlarnar, so eg fái innlit í, hvussu tit húsast og arbeiða. Tað gevur gott grundarlag hjá mær at finna góðar loysnir, sum muna sum mest hjá okkum øllum, sum varða av skúlanum. Vit skulu tosa sama mál, og vit skulu lyfta uppgávuna saman at skapa góðan skúla, har øll fáa sínar avbjóðingar og øll hava tað gott og kenna seg væl.

    Takk fyri!

    undefined

  • Heystframsýningin 2015 - 3. oktober 2015

    undefined

    Røða hjá Rigmor Dam, tá hon setti Heystframsýningina á Skipasmiðjuni 3. oktober 2015

    Góðu tit øll

    Tað er mær ein heiður at lata upp ársins Heystframsýning, tí tað er altíð við spenningi, at eg fari út á gomlu Skipasmiðjuna at vita, hvørji listaverk hesa ferð bjóða okkum innar.

    Hesa ferð tríni eg inn sum landsstýriskvinna við evstu ábyrgd av mentan og list í landinum, og tað er við ávísari eyðmýkt, men eisini stoltleika, at eg beri fram hesi spøku orð.

    At seta eina listaframsýning er nakað serligt, tí list er rættiliga persónlig, vit uppliva hana ymiskt og hava ofta sera ymiskar meiningar um, hvat er góð list og ikki. Útgangsstøði mítt er sjálvandi ikki at meta um verkini, men at leggja dent á týdningin av listini, í hesum føri myndlistini, fyri okkum sum menniskju og samfelag. Alt tað, sum vit hoyra, síggja, føla, lukta og smakka ávirkar okkum gjøgnum sansirnar, og uttan sansirnar vóru vit nógv fátækari. Ja, sansa-leys!

    Ella vit kunnu venda tí við og siga, at vit gerast nógv ríkari av at upplíva ein góðan sjónleik, hoyra eitt gott lag, smakka ein góðan bita, føla angan av yndisblómuni og, sum her rundan um okkum, skoða dygdarlist.

    Vit eru ikki fólkarík, men einstandandi mentanarrík. Tað prógva okkara listafólk ferð eftir ferð. Hetta ríkidømi mugu vit nøra um og geva so góðar umstøður sum møguligt – og gevast við at tvíhalda um, at svongdin, sorgin og saknurin er listafólksins besti íblástur og føðsla.

    Politiskt hevur listin altíð havt svonglig og tronglig kor.  CEF-samgongan hevur sett sær fyri at raðfesta list og mentan, sum vit eisini nevna fleiri ferðir í samgonguskjalinum. Onki hendir eftir einum degi, og flest øll skilja, at eitt stórt búskaparligt uppruddingararbeiði liggur fyri framman. Men lítið á míni orð, at listafólkakorini fara at batna komandi samgonguskeið.

    Og so skulu vit ikki gloyma at minnast, at tað, sum er gott, er gott, og at takka fyri tað. Hetta sóu vit eitt nú í summar, tá ið tíðindi bórust um, at húsini eftir Janus Kamban, myndahøggara, verða nú tøk hjá listafólkum at brúka. Eftir ynski frá listamanninum, sum doyði í 2009, eru húsini í Klokkaragøtu 42 nú sett í stand og klár hjá listafólki at brúka. Húsini verða kallað Listamannahúsið á Dalatrøðni.

    --

    Allar árstíðir hava sína sjarmu, og fleiri tiltøk eru, sum eyðmerkja júst hesa ársins tíð. Heystið.

    Tá fjøllini gráta.

    Tá ljósið følnar.

    Tá grøs og urtir leggjast í dvala.

    Men mentanarlívið vaknar á heysti, har livandi og skapandi menniskjan savnast til allahanda tiltøk, framsýningar og framførslur, fyri ikki at gloyma tey mongu góðu veitsluløgini. Meðan summarið spjaðir okkum út til øll heimsins herðashorn, kennist tað sum, at heystarmyrkrið hevur eina savnandi megi. So mentanarliga háárstíðin er avgjørt nú á heysti, og ikki summarið, sum hjá ferðavinnuni.

    --

    Vit fáa, og vit missa. Í vár mistu vit eina av stóru mentakonum okkara, Ebbu Hentze. Í Vencil-blogginum skrivaði Oddfríður Marni Rasmussen í mai 2015 ummæli um Ebbu, og hann tók soleiðis til:

    Summi passa aldrin inn í árstíðina. Tey eru várið um heystið, veturin um summarið, várið um veturin og heystið um summarið. Tey, sum aldrin passa inn í árstíðina, hava livað lívið, stýrd av egnum vitsevnum, og vertin á, hvat onnur halda. Ebba var ein teirra.

    Og Ebba sjálv týddi so vakurt yrking eftir Edith Södergran, sum stóð í Vencil nr. 1 frá 2006:

    Eg eri heystsins seinasta blóma.

    Eg varð vaggað í summarsins vøggu,

    eg varð sett á varðhald móti norðanvindinum,

    reyðir logar spruttu

    á mínum hvíta kjálka.

     

    Eg eri heystsins seinasta blóma.

    Eg havi sæð heystsins djúpu stjørnuvegir,

    eg havi sæð ljós frá fjarum heitum eldum,

    tað er so lætt at ganga sama veg,

    eg skal steingja deyðans portur.

    Eg eri heystsins seinasta blóma.

     

    Helt, at hetta hóskaði væl til heystartiltakið i dag.

    Ja, til Heystframsýningina, sum tey 15 listafólkini, sum stovnaðu Heystframsýningarbólkin í 2005, hava skipað fyri í fleiri ár, saman við øðrum framsýningum her í grøna smiðjubygninginum á Rundingi á Skipasmiðjuni.

    Heystframsýningin, sum vit altíð kunnu gleða okkum til, og sum rammar okkum heystið so vakurt, so áhugavert, ella so undrunarvert inn. Her kunnu vit heysta fruktirnar av summarsins listaligu skapanarmegi, og tað fari eg at takka listafólkunum Anker Mortensen, Andrias Andreassen, Bárur Jákupsson, Brandur Patursson, Bjarne Werner Sørensen, Hanni Bjartalíð, Hjørdis Haack, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson og Zacharias Heinesen fyri. Í ár eru eisini gestir bodnir við, og tey eru Silja Strøm, Hans Pauli Olsen og Ilona Rai.

    At enda vil eg takka Heystframsýningarbólkinum fyri høvi at seta framsýningina, sum við hesum orðum nú er sett.

    Góða framsýning og gott heyst øll somul!

    *Anker Mortensen, Andrias Andreassen, Asgerð Aggi Ásgeirðsdóttir, Bárður Jákupsson, Brandur Patursson, Bjarne Werner Sørensen, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Hjørdis Haack, Marius Olsen, Olivur við Neyst, Torbjørn Olsen, Tummas Jákup Thomsen, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen.

     

  • Móttøka fyri Boga Bech Jensen, rektara - 9. oktober 2015

    undefined

    Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, á móttøku fyri Boga Bech Jensen, rektara, í Skúlaheiminum fríggjadagin 9. oktober kl. 15.00.

    Góðu tit øll, sum er komin saman at hátíðarhalda henda dagin!

    Góði Bogi!

    Fyrst av øllum fari eg at bjóða tær hjartaliga vælkomnum í hetta spennandi og avbjóðandi starvið sum rektari fyri Skúladepilin við Marknagil.

    Tá eg setti meg at fyrireika hesi orð, kom eg at hugsa um kenda leikin hjá írska skaldinum Samuel Beckett: ”Meðan vit bíða eftir Godot”. Leikurin er um vinmennirnar báðar Vladimir og Estragon, sum bíða eftir tí navnframa Godot, sum skal bjarga teimum úr teirra vanlukkulag. Hvørja ferð dagurin er um at halla, kemur ein smádrongur til teirra við boðunum um, at Godot kemur ikki í dag, hann kemur í morgin. Teir báðir vinmennirnir hava fleiri ferðir ætlanir um at gera enda á hesum, men flyta seg kortini ikki av fetanum.

    Beckett skrivaði henda leikin fyri at minna okkum á, at tað nyttar ikki at bíða eftir lagnuni, men at hava vilja og dirvi at koma víðari.

    Góði Bogi!

    Ja, at bíða eftir Godot, er at bíða til fánýtis. Fyri tveimum mánaðum síðani vart tú professari og útbúgvingarleiðari á Setrinum. Í dag ert tú rektari í størsta útbúgvingarstovni landsins.

    Tað var maskinmeistaraútbúgvingin, sum birti upp undir hug tín til lærdóm. Tú flutti til Onglands og bleiv sivilverkfrøðingur á Newcastle University, har tú eisini gjørdist doktari. Haðani gekk leiðin til Danmarkar í starvið sum deildar- og granskingarleiðari á DTU (Danmarks Tekniske Universitet), har tú slapst at gera tær royndir í at leggja stovnar saman. Hóast alt hetta, hevur tú ikki sæð orsøk til at setast aftur, men hevur nýliga nomið tær leiðsluútbúgving á Harvard Business School í USA. Eisini hevur tú tað mesta av tíðini verið virkin í vinnuni.

    Í 2011 vart tú kosin besti undirvísari á DTU, í 2013 fekst tú AEG Elektron heiðurin fyri tína gransking, og fyri fáum døgum síðani kundi vit aftur lesa um enn ein granskingarheiður.

    Bogi!

    Í tær er bæði hugur og dugur, og tú ert ein góð fyrimynd fyri lærarar, starvsfólk og næmingar. Tað sigst, at tú eisini hevur bæði beinini á jørðini. Og júst hetta er umráðandi, tí vit vita, at fólk, sum hava bæði beinini á jørðini, hanga ikki í trøunum.

    Í leikinum um Godot halda teir báðir Vladimir og Estragon fram við at bíða. Ja teir bíða, so teir gloyma bæði tíð og tíma og kunnu at enda hvørki siga, um sólin rísur ella setur. Ja, drúgt er at bíða.

    Vit hava sanniliga eisini bíðað eftir hesum degi, har vit alment kunnu bjóða rektaranum í Marknagilsdeplinum vælkomnum.

    Líta vit aftur um bak, so skulu vit heilt aftur í 1998, tá orðið ”depil” av álvara kom á politiska breddan. Ja, langt áðrenn bæði tú og eg vóru uppfunnin í depilshøpi. Í 2006 kom fyrsta lógaruppskotið, sum fevndi um sjálvsognarstovnarnar Tekniski skúli og Føroya Handilsskúli. Síðani kom Føroya Studentaskúli uppí, og nýtt lógaruppskot varð lagt fyri tingið í 2008. Men enn var langt á mál, tí nústani í 2013, eftir trupul kreppuár, setti undanfarni landsstýrismaður hakan í lendið herúti í Marknagili.

    ”Tað krevur tíð og neyva fyriskipan at gera hesa ætlan frá verklagslóg til veruleika” – sigur Landsverk. Og rætt er tað. Men nú síggja vit hvønn dag skúlan taka skap her í Føroya størsta byggiverkætlan, sum vit eru so ómetaliga spent uppá at taka í nýtslu.

    Góðu tit øll!

    Ímeðan teir báðir vinmennirnir Vladimir og Estragon bíða í tóman heim eftir Godot, skriva vit 2015.

    Nú er stundin komin at líta frameftir og savna okkum um tað mest týðandi av øllum.

    Skúladepilin gerst støðugt rúmligari, og rektari er settur við róðrið.

    Vit vita, at ein nýggjur skúladepil ger onki í sjálvum sær. Vit vita, at ein nýggj skipan og ein nýggjur bygnaður gera onki í sjálvum sær. Ein skúli er tey fólkini, ið virka og arbeiða har, ein skúli er hvør einstakur næmingur, hvør lærari og hvørt starvsfólk. Tað eru tit, sum halda gerandisdagin í skúlanum uppi. Tað eru tit, sum tryggja námsfrøðiligu og fakligu dygdina í undirvísingini. Og tað verða eisini tit, sum koma at leggja lunnar undir framtíðina í skúladeplinum.

    Endamálið við at savna Tekniska skúla, Føroya Handilsskúla og Føroya Studentaskúla undir eina lon er at fáa betri gagn av samskipan, samstarvi og liðileika. Hetta verður ein spennandi tilgongd,  og eisini avbjóðandi at fáa hesar mongu mentanir at draga eina línu uttan at missa tykkara sterku síður ella fakligheitina burtur í svinginum. Umráðandi er, at vit síggja møguleikarnar í hesum og eru hugað at taka við nýggjum hugsanum. Hetta verður millum tínar fremstu uppgávur, at fáa øll við, so øll kenna seg hoyrd, sædd og vird.

    Eg eri sannførd um, at ein sterkur útbúgvingardepil verður skaptur við at lurta eftir hugskotum, ynskjum og atfinningum. Og har verða tíni fremstu amboð samskifti, samskifti og meira samskifti. Tí í málinum og í livandi orðinum finnur tú veruleikafatanina hjá hvørjum eintøkum okkara, og skulu allar hesar fatanir røkka einum felags máli, má stútt og støðugt samskifti til.

    Alt við tí gylta máli, at tey, sum nema sær útbúgving her, tað verið seg handaliga ella andliga, ella bæði tvey, fara út í lívið við einum prógvi herfrá og minnast aftur á lærarar og leiðslur, sum kveiktu teirra ídni, teirra dirvið og teirra skapanarhug. Og at næmingarnir kunnu minnast aftur á góðar dagar, har lærarar og leiðslur og aðrir næmingar birti uppundir teirra vilja til lívið, teirra hug til lærdóm og teirra førleikar at taka lut í fólkaræðinum. Tí, tá ið avtornar, er hetta jú endamálið við skúlanum.

    Góði Bogi!

    Tín útbúgving og tínar royndir lata ongan iva verða um, at tú ert tann rætti persónurin at standa á odda fyri samanleggingini og at stjórna deplinum frameftir. Mín vón er, at vit øll fara at standa saman um at fáa hetta at hepnast!

    Við hesum orðum fari eg saman við starvsfólkunum í Mentamálaráðnum og mínum politisku starvsfeløgum enn einaferð at ynskja tær hjartaliga til lukku við rektarastarvinum og ynskja tær og øllum tykkum, sum fara at arbeiða og virka í skúladeplinum, góðan byr.

    Takk fyri!

    undefined

    undefined

  • Málningaframsýning hjá Martin Joensen - 22. oktober 2015

    undefined

    Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við málningaframsýning í Mentamálaráðnum hjá Martin Joensen, hósdagin 22. oktober 2015 kl. 15.00

    Eg fari at ynskja Martini Joensen vælkomnum aftur í Mentamálaráðið. Hann starvaðist her ‘í fyritøkuni’sum læraravikarur trý ár í sjeytiárunum. Vælkomin aftur og hjartaliga til lukku við framsýningini!

    Gev mær pennar, gev mær pappír. Soleiðis yrkir dagsins framsýnari, Martin Joensen, í einari av sínum vakrastu yrkingum frá umleið 1992.

    At hann hevur havt pennar og pappír sum eitt av sínum aðalamboðum gjøgnum lívið, sæst væl aftur m.a í øllum hansara lívsrensli. Aftaná studentsprógv arbeiddi hann í trý ár sum læraravikarur, í Vestmanna, í Hesti og á Venjingarskúlanum. Síðan var hann á Glyptotekets tegneskole í Keypmannahavn, og á Skolen for Brugskunst eisini í Keypmannahavn, haðani hann útskrivaðist í 1982.

    Hóast Martin er Vestmenningur við stóra V, hoyrir tú hann sjáldan tosa um fiskarí ella um harur ella um VÍF. Tá ið tú hoyrir hann syngja ella sært, hvat hann málar,  sært tú beinanvegin, at sympatiið hjá Martini liggur onkustaðni millum Heygadal og Fjarðasand.

    Gev mær lørift, gev mær litir. Martin Joensen hevur verið aktivur á føroyska mentanarpallinum í nógv, nógv ár. Og hann er still going strong. Hann hevur sagt onkustaðni, at hann hevur altíð málað og teknað og sungið. Heygatún í Vestmanna hevur verið honum ein heilt ótrúlig og ótømandi inspiratiónskelda.

    Hann hevur hesi árini givið okkum nógvar góðar og minniligar tekstir og tónar, tekningar og myndir og málningar. Her eru bæði stuttligir tekstir og álvarsamir.  Her eru inniligar og vakrar yrkingar, sum vit øll hava tikið til okkara:  sum t.d. Ró, Morgun, Vestmanna, Um songartíð, Tíð at fara og Í tínum eygum.

    Í yrkingunum eru eisini bæði skemtiligar og álvarsamar lýsingar av persónum. Her hittir tú bæði humoristin og álvarsmannin. Eitt nú:

    -         Um besta sjeykaran í norðurstreymi

    -         Um Nikolinu sum situr úti á síni altan og hugleiðir um verðina

    -         Um timburmannin úr nazaret

    -         um Onnu Suffíu sum rópar: Niels Juel sigur, at teir hava skotið Kennedy,

    -         ella

    -         um týskvøldið í klubbanum, tá tú keypti Tofta bygd.

    Vit eru øll so ymisk, og sagt verður eisini at tað er bara gott. Hetta er ivaleyst rætt. Taka vit Føroya søgu sum dømi, eru tað tey, ið skriva upp í fleri bøkur til tess at lýsa okkara søgu. Alt gott um tað.

    Einastaðni hevur Martin Joensen lýst Føroya søgu á sín sermerkta og serstaka humoristiska hátt: í trimum orðum, og tað kynstrið ger fáur honum eftir:

    Tað gongur nokk!

    Gev mær tónar, gev mær røddir. Eg havi at enda hug, at geva Martini sjálvum orðið, soleiðis at vit kunnu lurta eftir hansara vøkru tónum og hansara eyðkendu rødd, meðan vit goyma alt og  njóta nýggjastu málningar hansara.

    Takk fyri.

  • First Lego League 2015 - 7. november 2015

    Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við First Lego League 2015 kapping 7. nov. kl. 10.00 í Føroya Tele

    Góðu næmingar, lærarar, foreldur og onnur, sum hava hjálpt til og ikki minst tit, sum skipa fyri kappingini First Lego League. Eg fegnist yvir at hava fingið høvi til at seta kappingina í ár.

    Tit næmingar hava nú í heyst arbeitt við evninum rusk, har tit hava roynt tykkara hugflog og fakligu og kreativu evni. Ikki minst tann stóra tøkniliga avbjóðingin, sum tit hava roynt at loyst so skilagott, sum til ber. Og umframt alt hetta hevur serligur dentur verður lagdur á, at tit læra at samstarva, har tit loysa uppgávurnar í felag sum eitt toymi, og tað er ikki altíð bara lætt, at læra at geva hvørjum øðrum pláss og virða hugskotini og førleikarnar hvør hjá øðrum, men eg vænti, at tit hava sannað, at í felag eru tit sterkari, tí tit hava ymiskar gávur og kunnu læra hvør av øðrum, og so er tað eisini stuttligari at vera fleiri um eina uppgávu.

    FIRST LEGO League er ein kapping fyri børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár, har tit arbeiða og hugsavna tykkum um tøkniligar loysnir, legobygging, programmering og uppfinningar, ein stór og spennandi avbjóðing.

    Eisini skulu tit duga at greiða frá tykkara hugskotum og teimum loysnum, tit eru komin fram til í tykkara bólki. Hvørt ár skulu tey, sum luttaka í First Lego League arbeiða við einum heimsumfatandi evni, sum øll kenna til. Kappingin fer eisini fram í so nógvum ymiskum londum. Og tit luttaka í Skandinavisku kappingini, sum verður hildin í dag í 48 býum kring alt Skandinavia.

    Evnið í ár er rusk, har tit arbeiða við endurnýtslu, burturbeining, sortering og skulu loysa eitt evni, sum tit halda vera serliga umráðandi í sambandi við rusk. Tað verður spennandi at hoyra tykkara hugskot og loysnir og at vitja tykkara basar, har tit lýsa evnið á ymsan hátt og greiða frá bæði hugskotum og loysnum.

    Tað er altíð ein stór avbjóðing at byggja og programmera legorobottin, so hann bæði kann koyra á bananum og loysa allar tær uppgávur, sum eru knýttar at bananum. Hetta hugskotið skal mennast, kanska roynast og síðan lýsast á einum bási og fyri einum paneli av dómarum. Uppfinningarnar eru ofta sera tankavekjandi.

    Tit ungu eru framtíð okkara, og er tað sera umráðandi, at vit sum samfelag megna at geva tykkum áræði og førleikar, sum eru neyðug amboð, bæði tá tað ræður um at geva tykkum møguleikar og áræði at gera hugskot til veruleika og finna loysnir.

    Endamálið við kappingini er at styrkja ella vekja áhuga tykkara fyri teknikki og programmering, og at tit kunnu styrkja tykkara samstarvsevni og síggja virðini í, at vit eru so ymisk.

    Eg ynski tykkum ein góðan dag við spennandi avbjóðingum og góðum upplivingum. Eg rokni við, at tit eru spent at síggja úrslitini, men fari at vísa á, at tað at luttaka og gera sítt besta, er tað sum umræður. Øll kunnu ikki vinna, men øll kunnu læra og fáa roynt síni evni. Uttan tykkum var eingin kapping.

    Eg takki tykkum fyri, at tit luttaka og fari eisini at bera fyriskiparunum, skúlum og øllum, sum hava hjálpt til, eina stóra tøkk fyri, at vit í Føroyum eisini kunnu vera við í kappingini, First Lego League á jøvnum føti við onnur, har vit hava luttikið í 10 ár. Her liggur eitt stórt arbeiði aftanfyri.