Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við altjóða læraradag – hildin á Toftum 2. oktober í 2015
5. oktober hevur ST - Sameindu Tjóðir - ásett at vera altjóða læraradag. Tað ger ST, so vit øll eina løtu verða mint á, hvussu ómetaliga týdningarmiklir lærarar eru. Eisini verða vit mint á, hvussu nógv útbúgving hevur at týða fyri hvørt barn, fyri hvørt samfelag, og at útbúgving er ein av grundsúlunum undir einum góðum, tryggum og livandi samfelag nú og í framtíðini. Ja, fyri allan heimin!
Kendi professarin John Hattie hevur gjørt ein topplista við øllum tí týdningarmesta í sambandi við skúla og læring. Vit halda kanska, at tað eru góðir bygningar, teldur og annað, sum hevur alt at siga. Tað hevur sjálvandi nógv at siga, og tit her á Toftum hava sera fínan skúla við goðum umstøðum, men tað týdningarmesta í góðari læring eru tit børnini og lærarirnir. Tit hava alt at siga. At tit børn gera tykkara allar besta – fylgja væl við, arbeiða miðvíst og stuðla hvør øðrum, og at tit lærararnir hava gott samband við børnini, vísa eldhuga á fakøkjum tykkara og samstarva væl tykkara millum og við leiðsluna. Har hava vit í Mentamálaráðnum eisini stóran leiklut.
Vit gera lógir, kunngerðir og rundskriv, og vit skulu tryggja, at tað fíggjarliga er nóg gott grundarlag hjá tykkum at arbeiða. Og vit skulu eisini tryggja, at lærarar alla tíðina verða førleikamentir. Har hevur nýggja samgongan sett sær fyri, at hetta økið skal mennast. Tí er tað, at eg havi gjørt av, at longu nú 12. og 13. november skulu lærarar savnast í sambandi við happingarkanningina og tey úrslit, ið har eru komin fram. Vit skulu tryggja, at øll hava tað gott í skúlanum, og lærarar skulu hava bestu amboð til at náa tí málinum. Tí má førleikamenning til. Og hetta fyrsta tiltakið verður bara byrjanin.
Í Føroyum er tað so, at øll børn hava rætt at sleppa at ganga í skúla, líka mikið um tit eiga foreldur, sum eru rík ella ikki, líka mikið trúgv, húðarlit og ikki minst, um tit eru genta ella drongur. Tað er ikki ein sjálvfylgja alla staðni í heiminum, tí nógvastaðni sleppa gentur ikki í skúla. Og í hesum døgum verða vit mint á, at kríggj og ófriður kann oyðileggja alt, nú flóttafólk hvønn einasta dag noyðast at rýma frá øllum tí, tey eiga og eru góð við. Vit skulu verja tað, sum er bygt upp í Føroyum, og vit skulu vera til reiðar at hjálpa teimum, sum ikki eru so heppin sum vit.
At vit í Føroyum eru so væl fyri, er millum annað tí, at vit hava góðar lærarar, og at vit í nógv Harrans ár hava havt tað. Hesir lærarar hava lært okkum at lesa, skriva og rokna. Lært okkum okkara egnu søgu og um onnur lond og onnur fólkasløg og teirra siðir. Lært okkum at vera góð við hvønn annan og taka ábyrgd og ikki minst, at vit øll skulu gera okkara allar besta, so vit sjálvi og øll, tey vit eru góð við, klára seg væl og hava tað gott. Nógvir lærarar eru sum ein mamma ella ein pápi fyri onkran av okkum. Eg trúgvi ikki, at nøkur starvslýsing í heiminum klárar at rúma øllum tí, sum lærarar hvønn einasta dag taka á seg, og hvussu stóran mun tit kunnu gera hjá einum barni. Tit eru mangan tryggasta havnin. Kanska enntá einasta havnin. Tí hava tit so hjartaliga uppiborið, at ein dagur um árið verður brúktur, at heiðra tykkum og tað arbeiði, tit gera.
Eg skal nýta høvið at takka fyri innbjóðingina frá tykkum, og takka tykkum fyri, at tit skipa fyri læraradegnum. Tað er gott og neyðugt hjá mær at koma út á skúlarnar, so eg fái innlit í, hvussu tit húsast og arbeiða. Tað gevur gott grundarlag hjá mær at finna góðar loysnir, sum muna sum mest hjá okkum øllum, sum varða av skúlanum. Vit skulu tosa sama mál, og vit skulu lyfta uppgávuna saman at skapa góðan skúla, har øll fáa sínar avbjóðingar og øll hava tað gott og kenna seg væl.
Takk fyri!