Røður 2015

Røður hjá Rigmor Dam 2015


Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við First Lego League 2015 kapping 7. nov. kl. 10.00 í Føroya Tele

Góðu næmingar, lærarar, foreldur og onnur, sum hava hjálpt til og ikki minst tit, sum skipa fyri kappingini First Lego League. Eg fegnist yvir at hava fingið høvi til at seta kappingina í ár.

Tit næmingar hava nú í heyst arbeitt við evninum rusk, har tit hava roynt tykkara hugflog og fakligu og kreativu evni. Ikki minst tann stóra tøkniliga avbjóðingin, sum tit hava roynt at loyst so skilagott, sum til ber. Og umframt alt hetta hevur serligur dentur verður lagdur á, at tit læra at samstarva, har tit loysa uppgávurnar í felag sum eitt toymi, og tað er ikki altíð bara lætt, at læra at geva hvørjum øðrum pláss og virða hugskotini og førleikarnar hvør hjá øðrum, men eg vænti, at tit hava sannað, at í felag eru tit sterkari, tí tit hava ymiskar gávur og kunnu læra hvør av øðrum, og so er tað eisini stuttligari at vera fleiri um eina uppgávu.

FIRST LEGO League er ein kapping fyri børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár, har tit arbeiða og hugsavna tykkum um tøkniligar loysnir, legobygging, programmering og uppfinningar, ein stór og spennandi avbjóðing.

Eisini skulu tit duga at greiða frá tykkara hugskotum og teimum loysnum, tit eru komin fram til í tykkara bólki. Hvørt ár skulu tey, sum luttaka í First Lego League arbeiða við einum heimsumfatandi evni, sum øll kenna til. Kappingin fer eisini fram í so nógvum ymiskum londum. Og tit luttaka í Skandinavisku kappingini, sum verður hildin í dag í 48 býum kring alt Skandinavia.

Evnið í ár er rusk, har tit arbeiða við endurnýtslu, burturbeining, sortering og skulu loysa eitt evni, sum tit halda vera serliga umráðandi í sambandi við rusk. Tað verður spennandi at hoyra tykkara hugskot og loysnir og at vitja tykkara basar, har tit lýsa evnið á ymsan hátt og greiða frá bæði hugskotum og loysnum.

Tað er altíð ein stór avbjóðing at byggja og programmera legorobottin, so hann bæði kann koyra á bananum og loysa allar tær uppgávur, sum eru knýttar at bananum. Hetta hugskotið skal mennast, kanska roynast og síðan lýsast á einum bási og fyri einum paneli av dómarum. Uppfinningarnar eru ofta sera tankavekjandi.

Tit ungu eru framtíð okkara, og er tað sera umráðandi, at vit sum samfelag megna at geva tykkum áræði og førleikar, sum eru neyðug amboð, bæði tá tað ræður um at geva tykkum møguleikar og áræði at gera hugskot til veruleika og finna loysnir.

Endamálið við kappingini er at styrkja ella vekja áhuga tykkara fyri teknikki og programmering, og at tit kunnu styrkja tykkara samstarvsevni og síggja virðini í, at vit eru so ymisk.

Eg ynski tykkum ein góðan dag við spennandi avbjóðingum og góðum upplivingum. Eg rokni við, at tit eru spent at síggja úrslitini, men fari at vísa á, at tað at luttaka og gera sítt besta, er tað sum umræður. Øll kunnu ikki vinna, men øll kunnu læra og fáa roynt síni evni. Uttan tykkum var eingin kapping.

Eg takki tykkum fyri, at tit luttaka og fari eisini at bera fyriskiparunum, skúlum og øllum, sum hava hjálpt til, eina stóra tøkk fyri, at vit í Føroyum eisini kunnu vera við í kappingini, First Lego League á jøvnum føti við onnur, har vit hava luttikið í 10 ár. Her liggur eitt stórt arbeiði aftanfyri.