Røða hjá Rigmor Dam, tá hon setti Heystframsýningina á Skipasmiðjuni 3. oktober 2015
Góðu tit øll
Tað er mær ein heiður at lata upp ársins Heystframsýning, tí tað er altíð við spenningi, at eg fari út á gomlu Skipasmiðjuna at vita, hvørji listaverk hesa ferð bjóða okkum innar.
Hesa ferð tríni eg inn sum landsstýriskvinna við evstu ábyrgd av mentan og list í landinum, og tað er við ávísari eyðmýkt, men eisini stoltleika, at eg beri fram hesi spøku orð.
At seta eina listaframsýning er nakað serligt, tí list er rættiliga persónlig, vit uppliva hana ymiskt og hava ofta sera ymiskar meiningar um, hvat er góð list og ikki. Útgangsstøði mítt er sjálvandi ikki at meta um verkini, men at leggja dent á týdningin av listini, í hesum føri myndlistini, fyri okkum sum menniskju og samfelag. Alt tað, sum vit hoyra, síggja, føla, lukta og smakka ávirkar okkum gjøgnum sansirnar, og uttan sansirnar vóru vit nógv fátækari. Ja, sansa-leys!
Ella vit kunnu venda tí við og siga, at vit gerast nógv ríkari av at upplíva ein góðan sjónleik, hoyra eitt gott lag, smakka ein góðan bita, føla angan av yndisblómuni og, sum her rundan um okkum, skoða dygdarlist.
Vit eru ikki fólkarík, men einstandandi mentanarrík. Tað prógva okkara listafólk ferð eftir ferð. Hetta ríkidømi mugu vit nøra um og geva so góðar umstøður sum møguligt – og gevast við at tvíhalda um, at svongdin, sorgin og saknurin er listafólksins besti íblástur og føðsla.
Politiskt hevur listin altíð havt svonglig og tronglig kor. CEF-samgongan hevur sett sær fyri at raðfesta list og mentan, sum vit eisini nevna fleiri ferðir í samgonguskjalinum. Onki hendir eftir einum degi, og flest øll skilja, at eitt stórt búskaparligt uppruddingararbeiði liggur fyri framman. Men lítið á míni orð, at listafólkakorini fara at batna komandi samgonguskeið.
Og so skulu vit ikki gloyma at minnast, at tað, sum er gott, er gott, og at takka fyri tað. Hetta sóu vit eitt nú í summar, tá ið tíðindi bórust um, at húsini eftir Janus Kamban, myndahøggara, verða nú tøk hjá listafólkum at brúka. Eftir ynski frá listamanninum, sum doyði í 2009, eru húsini í Klokkaragøtu 42 nú sett í stand og klár hjá listafólki at brúka. Húsini verða kallað Listamannahúsið á Dalatrøðni.
--
Allar árstíðir hava sína sjarmu, og fleiri tiltøk eru, sum eyðmerkja júst hesa ársins tíð. Heystið.
Tá fjøllini gráta.
Tá ljósið følnar.
Tá grøs og urtir leggjast í dvala.
Men mentanarlívið vaknar á heysti, har livandi og skapandi menniskjan savnast til allahanda tiltøk, framsýningar og framførslur, fyri ikki at gloyma tey mongu góðu veitsluløgini. Meðan summarið spjaðir okkum út til øll heimsins herðashorn, kennist tað sum, at heystarmyrkrið hevur eina savnandi megi. So mentanarliga háárstíðin er avgjørt nú á heysti, og ikki summarið, sum hjá ferðavinnuni.
--
Vit fáa, og vit missa. Í vár mistu vit eina av stóru mentakonum okkara, Ebbu Hentze. Í Vencil-blogginum skrivaði Oddfríður Marni Rasmussen í mai 2015 ummæli um Ebbu, og hann tók soleiðis til:
Summi passa aldrin inn í árstíðina. Tey eru várið um heystið, veturin um summarið, várið um veturin og heystið um summarið. Tey, sum aldrin passa inn í árstíðina, hava livað lívið, stýrd av egnum vitsevnum, og vertin á, hvat onnur halda. Ebba var ein teirra.
Og Ebba sjálv týddi so vakurt yrking eftir Edith Södergran, sum stóð í Vencil nr. 1 frá 2006:
Eg eri heystsins seinasta blóma.
Eg varð vaggað í summarsins vøggu,
eg varð sett á varðhald móti norðanvindinum,
reyðir logar spruttu
á mínum hvíta kjálka.
Eg eri heystsins seinasta blóma.
Eg havi sæð heystsins djúpu stjørnuvegir,
eg havi sæð ljós frá fjarum heitum eldum,
tað er so lætt at ganga sama veg,
eg skal steingja deyðans portur.
Eg eri heystsins seinasta blóma.
Helt, at hetta hóskaði væl til heystartiltakið i dag.
Ja, til Heystframsýningina, sum tey 15 listafólkini, sum stovnaðu Heystframsýningarbólkin í 2005, hava skipað fyri í fleiri ár, saman við øðrum framsýningum her í grøna smiðjubygninginum á Rundingi á Skipasmiðjuni.
Heystframsýningin, sum vit altíð kunnu gleða okkum til, og sum rammar okkum heystið so vakurt, so áhugavert, ella so undrunarvert inn. Her kunnu vit heysta fruktirnar av summarsins listaligu skapanarmegi, og tað fari eg at takka listafólkunum Anker Mortensen, Andrias Andreassen, Bárur Jákupsson, Brandur Patursson, Bjarne Werner Sørensen, Hanni Bjartalíð, Hjørdis Haack, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson og Zacharias Heinesen fyri. Í ár eru eisini gestir bodnir við, og tey eru Silja Strøm, Hans Pauli Olsen og Ilona Rai.
At enda vil eg takka Heystframsýningarbólkinum fyri høvi at seta framsýningina, sum við hesum orðum nú er sett.
Góða framsýning og gott heyst øll somul!
*Anker Mortensen, Andrias Andreassen, Asgerð Aggi Ásgeirðsdóttir, Bárður Jákupsson, Brandur Patursson, Bjarne Werner Sørensen, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Hjørdis Haack, Marius Olsen, Olivur við Neyst, Torbjørn Olsen, Tummas Jákup Thomsen, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen.