Røður 2015

Røður hjá Rigmor Dam 2015


undefined

Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við málningaframsýning í Mentamálaráðnum hjá Martin Joensen, hósdagin 22. oktober 2015 kl. 15.00

Eg fari at ynskja Martini Joensen vælkomnum aftur í Mentamálaráðið. Hann starvaðist her ‘í fyritøkuni’sum læraravikarur trý ár í sjeytiárunum. Vælkomin aftur og hjartaliga til lukku við framsýningini!

Gev mær pennar, gev mær pappír. Soleiðis yrkir dagsins framsýnari, Martin Joensen, í einari av sínum vakrastu yrkingum frá umleið 1992.

At hann hevur havt pennar og pappír sum eitt av sínum aðalamboðum gjøgnum lívið, sæst væl aftur m.a í øllum hansara lívsrensli. Aftaná studentsprógv arbeiddi hann í trý ár sum læraravikarur, í Vestmanna, í Hesti og á Venjingarskúlanum. Síðan var hann á Glyptotekets tegneskole í Keypmannahavn, og á Skolen for Brugskunst eisini í Keypmannahavn, haðani hann útskrivaðist í 1982.

Hóast Martin er Vestmenningur við stóra V, hoyrir tú hann sjáldan tosa um fiskarí ella um harur ella um VÍF. Tá ið tú hoyrir hann syngja ella sært, hvat hann málar,  sært tú beinanvegin, at sympatiið hjá Martini liggur onkustaðni millum Heygadal og Fjarðasand.

Gev mær lørift, gev mær litir. Martin Joensen hevur verið aktivur á føroyska mentanarpallinum í nógv, nógv ár. Og hann er still going strong. Hann hevur sagt onkustaðni, at hann hevur altíð málað og teknað og sungið. Heygatún í Vestmanna hevur verið honum ein heilt ótrúlig og ótømandi inspiratiónskelda.

Hann hevur hesi árini givið okkum nógvar góðar og minniligar tekstir og tónar, tekningar og myndir og málningar. Her eru bæði stuttligir tekstir og álvarsamir.  Her eru inniligar og vakrar yrkingar, sum vit øll hava tikið til okkara:  sum t.d. Ró, Morgun, Vestmanna, Um songartíð, Tíð at fara og Í tínum eygum.

Í yrkingunum eru eisini bæði skemtiligar og álvarsamar lýsingar av persónum. Her hittir tú bæði humoristin og álvarsmannin. Eitt nú:

-         Um besta sjeykaran í norðurstreymi

-         Um Nikolinu sum situr úti á síni altan og hugleiðir um verðina

-         Um timburmannin úr nazaret

-         um Onnu Suffíu sum rópar: Niels Juel sigur, at teir hava skotið Kennedy,

-         ella

-         um týskvøldið í klubbanum, tá tú keypti Tofta bygd.

Vit eru øll so ymisk, og sagt verður eisini at tað er bara gott. Hetta er ivaleyst rætt. Taka vit Føroya søgu sum dømi, eru tað tey, ið skriva upp í fleri bøkur til tess at lýsa okkara søgu. Alt gott um tað.

Einastaðni hevur Martin Joensen lýst Føroya søgu á sín sermerkta og serstaka humoristiska hátt: í trimum orðum, og tað kynstrið ger fáur honum eftir:

Tað gongur nokk!

Gev mær tónar, gev mær røddir. Eg havi at enda hug, at geva Martini sjálvum orðið, soleiðis at vit kunnu lurta eftir hansara vøkru tónum og hansara eyðkendu rødd, meðan vit goyma alt og  njóta nýggjastu málningar hansara.

Takk fyri.