Røður 2015

Røður hjá Rigmor Dam 2015


undefined

Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, á móttøku fyri Boga Bech Jensen, rektara, í Skúlaheiminum fríggjadagin 9. oktober kl. 15.00.

Góðu tit øll, sum er komin saman at hátíðarhalda henda dagin!

Góði Bogi!

Fyrst av øllum fari eg at bjóða tær hjartaliga vælkomnum í hetta spennandi og avbjóðandi starvið sum rektari fyri Skúladepilin við Marknagil.

Tá eg setti meg at fyrireika hesi orð, kom eg at hugsa um kenda leikin hjá írska skaldinum Samuel Beckett: ”Meðan vit bíða eftir Godot”. Leikurin er um vinmennirnar báðar Vladimir og Estragon, sum bíða eftir tí navnframa Godot, sum skal bjarga teimum úr teirra vanlukkulag. Hvørja ferð dagurin er um at halla, kemur ein smádrongur til teirra við boðunum um, at Godot kemur ikki í dag, hann kemur í morgin. Teir báðir vinmennirnir hava fleiri ferðir ætlanir um at gera enda á hesum, men flyta seg kortini ikki av fetanum.

Beckett skrivaði henda leikin fyri at minna okkum á, at tað nyttar ikki at bíða eftir lagnuni, men at hava vilja og dirvi at koma víðari.

Góði Bogi!

Ja, at bíða eftir Godot, er at bíða til fánýtis. Fyri tveimum mánaðum síðani vart tú professari og útbúgvingarleiðari á Setrinum. Í dag ert tú rektari í størsta útbúgvingarstovni landsins.

Tað var maskinmeistaraútbúgvingin, sum birti upp undir hug tín til lærdóm. Tú flutti til Onglands og bleiv sivilverkfrøðingur á Newcastle University, har tú eisini gjørdist doktari. Haðani gekk leiðin til Danmarkar í starvið sum deildar- og granskingarleiðari á DTU (Danmarks Tekniske Universitet), har tú slapst at gera tær royndir í at leggja stovnar saman. Hóast alt hetta, hevur tú ikki sæð orsøk til at setast aftur, men hevur nýliga nomið tær leiðsluútbúgving á Harvard Business School í USA. Eisini hevur tú tað mesta av tíðini verið virkin í vinnuni.

Í 2011 vart tú kosin besti undirvísari á DTU, í 2013 fekst tú AEG Elektron heiðurin fyri tína gransking, og fyri fáum døgum síðani kundi vit aftur lesa um enn ein granskingarheiður.

Bogi!

Í tær er bæði hugur og dugur, og tú ert ein góð fyrimynd fyri lærarar, starvsfólk og næmingar. Tað sigst, at tú eisini hevur bæði beinini á jørðini. Og júst hetta er umráðandi, tí vit vita, at fólk, sum hava bæði beinini á jørðini, hanga ikki í trøunum.

Í leikinum um Godot halda teir báðir Vladimir og Estragon fram við at bíða. Ja teir bíða, so teir gloyma bæði tíð og tíma og kunnu at enda hvørki siga, um sólin rísur ella setur. Ja, drúgt er at bíða.

Vit hava sanniliga eisini bíðað eftir hesum degi, har vit alment kunnu bjóða rektaranum í Marknagilsdeplinum vælkomnum.

Líta vit aftur um bak, so skulu vit heilt aftur í 1998, tá orðið ”depil” av álvara kom á politiska breddan. Ja, langt áðrenn bæði tú og eg vóru uppfunnin í depilshøpi. Í 2006 kom fyrsta lógaruppskotið, sum fevndi um sjálvsognarstovnarnar Tekniski skúli og Føroya Handilsskúli. Síðani kom Føroya Studentaskúli uppí, og nýtt lógaruppskot varð lagt fyri tingið í 2008. Men enn var langt á mál, tí nústani í 2013, eftir trupul kreppuár, setti undanfarni landsstýrismaður hakan í lendið herúti í Marknagili.

”Tað krevur tíð og neyva fyriskipan at gera hesa ætlan frá verklagslóg til veruleika” – sigur Landsverk. Og rætt er tað. Men nú síggja vit hvønn dag skúlan taka skap her í Føroya størsta byggiverkætlan, sum vit eru so ómetaliga spent uppá at taka í nýtslu.

Góðu tit øll!

Ímeðan teir báðir vinmennirnir Vladimir og Estragon bíða í tóman heim eftir Godot, skriva vit 2015.

Nú er stundin komin at líta frameftir og savna okkum um tað mest týðandi av øllum.

Skúladepilin gerst støðugt rúmligari, og rektari er settur við róðrið.

Vit vita, at ein nýggjur skúladepil ger onki í sjálvum sær. Vit vita, at ein nýggj skipan og ein nýggjur bygnaður gera onki í sjálvum sær. Ein skúli er tey fólkini, ið virka og arbeiða har, ein skúli er hvør einstakur næmingur, hvør lærari og hvørt starvsfólk. Tað eru tit, sum halda gerandisdagin í skúlanum uppi. Tað eru tit, sum tryggja námsfrøðiligu og fakligu dygdina í undirvísingini. Og tað verða eisini tit, sum koma at leggja lunnar undir framtíðina í skúladeplinum.

Endamálið við at savna Tekniska skúla, Føroya Handilsskúla og Føroya Studentaskúla undir eina lon er at fáa betri gagn av samskipan, samstarvi og liðileika. Hetta verður ein spennandi tilgongd,  og eisini avbjóðandi at fáa hesar mongu mentanir at draga eina línu uttan at missa tykkara sterku síður ella fakligheitina burtur í svinginum. Umráðandi er, at vit síggja møguleikarnar í hesum og eru hugað at taka við nýggjum hugsanum. Hetta verður millum tínar fremstu uppgávur, at fáa øll við, so øll kenna seg hoyrd, sædd og vird.

Eg eri sannførd um, at ein sterkur útbúgvingardepil verður skaptur við at lurta eftir hugskotum, ynskjum og atfinningum. Og har verða tíni fremstu amboð samskifti, samskifti og meira samskifti. Tí í málinum og í livandi orðinum finnur tú veruleikafatanina hjá hvørjum eintøkum okkara, og skulu allar hesar fatanir røkka einum felags máli, má stútt og støðugt samskifti til.

Alt við tí gylta máli, at tey, sum nema sær útbúgving her, tað verið seg handaliga ella andliga, ella bæði tvey, fara út í lívið við einum prógvi herfrá og minnast aftur á lærarar og leiðslur, sum kveiktu teirra ídni, teirra dirvið og teirra skapanarhug. Og at næmingarnir kunnu minnast aftur á góðar dagar, har lærarar og leiðslur og aðrir næmingar birti uppundir teirra vilja til lívið, teirra hug til lærdóm og teirra førleikar at taka lut í fólkaræðinum. Tí, tá ið avtornar, er hetta jú endamálið við skúlanum.

Góði Bogi!

Tín útbúgving og tínar royndir lata ongan iva verða um, at tú ert tann rætti persónurin at standa á odda fyri samanleggingini og at stjórna deplinum frameftir. Mín vón er, at vit øll fara at standa saman um at fáa hetta at hepnast!

Við hesum orðum fari eg saman við starvsfólkunum í Mentamálaráðnum og mínum politisku starvsfeløgum enn einaferð at ynskja tær hjartaliga til lukku við rektarastarvinum og ynskja tær og øllum tykkum, sum fara at arbeiða og virka í skúladeplinum, góðan byr.

Takk fyri!

undefined

undefined