Røður 2022 Jenis av Rana


Video-røða hjá landsstýrismanninum á almennari ráðstevnu í Lívdini í Hoyvík týsdagin 24. mai 2022 um heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum 2022-2028

Góðan morgun, góðu luttakarar

Orsaka, at eg ikki eri saman við tykkum í Lívdini í dag, eitt tilvildarligt samanfall ger, at eg beint nú eri staddur í Jerusalem.

Fyrraparturin fer at snúgva seg um trivnað, og um, hví trivnaður er so týðandi í sambandi við fyribyrging. Evnið er sera viðkomandi, og mín vón er, at nakrar felags niðurstøður og nøkur munagóð átøk verða úrslit av degnum. Átøk at hjálpa teimum bundnu og munagóð fyribyrging, sum kann forða børnum, ungum (men eisini vaksum) at gerast rúsevnisbundin.

Lat meg byrja við at senda eina stóra tøkk til tykkum øll, sum longu í dag, í skúlum, stovnum, kirkjum, samkomum, ítrótta- og øðrum felagsskapum, gera eitt megnar arbeiði á fyribyrgingarøkinum og hjálpa teimum, sum hava rúsevnistrupulleikar. Somuleiðis ein tøkk til løgreglu og tollvald fyri tykkara týðandi arbeiði at forða hesum eitri.

Eg umboði barna- og ungdómsøkið og umsiti dagstovnalógina og skúlaverkið. Og júst trivnaður hjá børnum og ungum er eitt av málunum, eg sum landsstýrismaður brenni fyri- og royni at varpa ljós á. Tí trivnaður hevur størri týdning, enn vit ímynda okkum, fyri læring, nøgdsemi og menning. Eitt barn ella ein unglingi, sum ikki trívist, er í størri vanda fyri at enda á einari glíðibreyt, sum kann føra til misnýtslu.

Fyribyrging og trivnaður ganga hond í hond, tí er so avgerandi at finna røtt amboð at bøta um við. Vit eru so ymisk, og tí er ongin einføld loysn, onki einstakt amboð ella skipan, sum loysir allar trupulleikar. Tað eru tó nøkur viðurskifti, sum galda fyri tey flestu, og sum hava stóra ávirkan á okkara lívsumstøður og val. Tú trívist, tá tú ert í einum góðum sosialum felgsskapi, og tá tað, tú fæst við, er viðkomandi, uttan mun til, um tað er á dagstovni, í skúla ella í arbeiði.

Kanningar vísa, at eitt barn ella ein unglingi, sum trívist, er í munandi minni vanda fyri at fara at misnýta rúsevni.  Tí er neyðugt, at øll, foreldur, lærarar, námsfrøðingar og onnur, ið eru um børn okkara, eru árvakin og varnast, so skjótt eitt barn ella ein unglingi sendir tað minsta signal ella tekin um mistrivnað.

Tí er umráðandi, at undirvísingin er viðkomandi og fjølbroytt, at góðar relatiónir eru millum lærara og næming, námsfrøðing og barn – og at góður felagsskapur er millum børnini. At eingin kennir seg uttanfyri, at happing ikki fær fótafesti.

Børn og næmingar, sum ikki megna at fylgja við, sum ikki føla seg viðurkend, og sum ikki fáa lut í felagsskapinum, mistrívast og hava tað trupult, og flestu okra kenna frásagnir um, hvussu hetta fylgir teimum alt lívið. Tey gerast einsamøll, søkja saman við øðrum í somu støðu, og hetta kann lætt føra til vánaligar lívsumstøður sum enda við bæði rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu. Hetta eru viðurskifti, sum kunnu raka øll, tí er altumráðandi at finna barnið so tíðliga sum til ber, á stovni ella í skúla.

Afturat umstøðunum á stovni og í skúlum koma so heimligu umstøðurnar hjá barninum, sum langt frá altíð eru so bjartar. Her hugsi eg eisini, og kanska fremst, um fíggjarligu viðurskiftini, sum lættliga kunnu marginalisera eitt barn. T.d. eitt barn sum ikki, vegna fíggjarliga trongstøður, fær møguleika at luttaka í ítrótti ella øðrum frítíðarvirksemi. Her áliggur okkum politikkarum javnan at eftirkanna og rætta sosialu kumpassina, serliga í hesum døgum.

Eitt sum hevur stóra ávirkan á trivnaðin, eru skiftini í lívinum hjá barninum og tí unga. Her finnast m.a. úrslit frá kanningartilfari, sum ung í Føroyum hava tikið lut í. Í hesi kanningini hava granskarar tosað við ung fólk í Føroyum, Íslandi og Noregi, um sálarheilsu. Millum annað varð staðfest, hvussu stóra ávirkan skifti og lívsbroytingar hava við sær, og at trupulleikar við útihýsing og einsemi løgdust afturat hvørjari broyting. Og vit kenna hesar broytingar- skifti frá dagstovni til skúla, skúla- og floksskifti, bústaðarbroytingar, gerast vaksin, uppliva kærleika og svik, skula syrgja fyri sær sjálvum og at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin og so fram. Kanningin vísir, at hesi skifti í barna- og skúlaárunum hava ómetaliga ávirkan á trivnað barnsins og ikki minst tey ungu, sum jú eru í viðkvomum aldri og tí í serligum vanda.  

Farnu árini eru trivnaðarátøk tíbetur munandi styrkt. Trivnaðarráðgevi er settur í starv í fólkaskúlanum, trivnaðarkanning er gjørd á Miðnám, og tilmælini frá hesari verða nú implementerað, kanning, hvussu vit finna og hjálpa børnum við sálarligum avbjóðingum og basa skúlaaftran verður í løtuni gjørd, árligur antihappingardagur er  ásettur og samanberiligar trivnaðarkanningar fara at verða gjørdar annað hvørt ár. Skúlarnir hava teirra trivnaðarætlanir og AKT- og flokslæraraskipan. SSP skipanin og Sernám fata bæði um dagstovnar og skúlar, og heilsufrøðingar starvast á bæði smábarnaøkinum og í skúlum. Og í løtuni verður roynt at sjóseta fyrsta átakið at økja um talið av útbúnum starvsfólkum á dagstovnaøkinum. Afturat hesum er økið fyri tilflytarar, herundir børn og vaksin við øðrum móðurmáli enn føroyskum, raðfest munandi hægri.

Sostatt hava vit skipanir og fakligar førleikar, men ein viðkomandi spurningur er, um fakfólkini hava nøktandi umstøður og tíð til trivnaðararbeiðið. Hetta eru viðurskifti, vit eiga at eftirkanna, og eisini um samstarvið millum fakbólkar og skipanir er nøktandi.  Eg fari framhaldandi at gera mítt til, at trivnaður verður høgt raðfestur.

Eitt lyfti, eitt konkret átak, fari eg at lova her í dag, tað er at næmingaráð skulu setast við allar skúlar, umfatandi allar aldursbólkar! Í gjár, tók eg fylgjurnar av tí skrivi, sum Umboðsmansstovnurin sendi út 18. mai, har tey biðja landsstýrismannin í skúlamálum tryggja, at so verður. Tað gleðir meg, at tey nevna týdningin næmingaráðini hava fyri trivnaðin, og tí havi eg givið boð um, at reglugerðin fyri næmingaráðsval, skipan og virksemi teirra, sum Umboðsmansstovnurin eftirlýsir, verður gjørd.

Samanumtikið eigur lívið at vera ein felagsskapur millum menniskju, eingin skal kenna seg einsamallan og uttanfyri, vit mugu geva okkum far um hvørt einstakt barn og hvønn annan, har vit eru stødd. Tað, sum verður gjørt fyri at stimbra og menna frá barnsbeini av, kemur bæði tí einstaka og samfelagnum til góðar.

Eg fari við hesum orðum at ynskja tykkum eina gevandi ráðstevnu.