Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður

Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum var tilnevndur landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum 16. september 2019.

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum umsitur m.a. alimál, ferðavinnu, sjóvinnumál, veterinermál, orkumál, tryggingarmál, búnaðarmál, umhvørvismál, náttúrumál, kommunumál, integratión, tinglýsing, fjarskiftismál, umframt vinnufeløg og vinnumál.

Helgi Abrahamsen tók fyrstu ferð sæti í Løgtinginum í 2008 sum varamaður og varð valdur á ting í 2011. Hann var valdur í Løgtingið á valinum 31. august 2019. Frá 2015-2019 var Helgi Abrahamsen í fleiri umførum varamaður á tingi fyri Sambandsflokkin.

Sum tingmaður hevur Helgi Abrahamsen í skiftandi umførum sitið í Uttanlandsnevndini, Norðurlandaráðnum, Trivnaðarnevndini og verið formaður í landsstýrismálanevndini.

Helgi Abrahamsen er føddur 24. november 1966 í Fuglafirði, men býr, saman við konuni Oddbjørg, á Strondum. Saman eiga tey trý børn. Helgi Abrahamsen hevur útbúgving sum journalistur og er næstformaður í Sambandsflokkinum.