Býarskipanarnevndin

Nevndarlimir:
Gunnvá á Lofti, løgfrøðingur, formaður
Connie Á. Jakobsen, landmálsteknikari
Boði Haraldson, deildarleiðari
Birita Wardum, býararkitektur
Gunnleyg K. Dánjalsson, fulltrúi

Varalimir:
Ken Nónklett, løgfrøðingur
Julianna Húsgarð, landmálsteknikari
Mikkel H. Frandsen, verkfrøðingur

Marita Hentze, tekn. leiðari

Óla Jákup Bech, tekn. leiari

 

Skrivari hjá nevndini er Ari Johaneson

Býarskipanarnevndin er sett sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir.

Í nevndini sita fimm limir. Landsstýrismaðurin velur teir tríggjar, harímillum formannin, sum skal vera løgfrøðingur. Tveir limir skulu vera byggikønir. Føroya Kommunufelag velur annan og Kommunusamskipanin hin. (Samanlagt til eitt felag)

Landsstýrismaðurin kann biðja Býarskipanarnevndina um ummæli í sambandi við viðgerðina av uppskotum til býarskipanir og byggisamtyktir og broytingar í hesum.

Nevndin er vald fyri 4 ár í senn, seinast juli 2020.

  

 

Samband

Býarskipanarnevndin

Traðagøta 38

Box 2048

165  Argir

telefon 34 24 00