Friðingarnevndir

Friðingarnevndirnar, eru valdar við heimild í § 10 í løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing.

Friðingarnevndirnar skulu viðgera mál um loyvi til bygging, vegagerð o.a. á økjum, sum eru fevnd av §§ 2-4 og mál um friðing sambært § 6 í lógini.

Friðingarnevndirnar hava vanliga fund eftir áheitan frá kommununum ella einstaklingum, ið ynskja mál um friðing tikin upp ella ynskja at fáa eitt loyvi.

Nevndirnar hava harumframt fund eftir egnum ynski.

Sýslumenninir eru formenn í nevndunum og samskipa eisini arbeiðið hjá nevndunum.

Nevndirnar eru valdar fyri 6 ár í senn, seinast 26. juli 2019.

Samband

Norðoyar sýsla, Karl Johansen, formaður, tlf. 351448

Eysturoyar sýsla, Finnbogi Midjord, formaður, tlf. 351448

Sandoya sýsla, Finnbogi Midjord, formaður, tlf. 351448

Streymoyar sýsla, Finnbogi Midjord, formaður, tlf. 351448

Suðuroyar sýsla, Jaspur Vang, formaður, tlf. 351148

Vága sýsla, Finnbogi Midjord, formaður, tlf. 351448