Navnanevndin

Nevndarlimir:
Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði, formaður
Heri J. Joensen, sóknarprestur
Hanna Magnusson, lærari

Varalimir:
Kristin Marjun Magnussen, ph.d-lesandi
Maria J. Niclasen, sóknarprestur
Magni Joensen, lærari

Navnanevndin er sett sambært § 20 í løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn.

Nevndin er vald fyri 5 ár í senn, seinast 1. februar 2014.

Uppgávan hjá nevndini er at gera leiðbeinandi lista við fornøvnum og at endurskoða hann javnan. Nevndin skal geva ráð um fólkanøvn, stavseting teirra, bending o.a. Nevndin skal breiða út vitan um føroyskan navnasið, og skipa fyri útgávu av tilfari hesum viðvíkjandi. Nevndin tekur eisini avgerð um fornøvn, sum ikki eru á navnalistanum, kunnu góðkennast.

Tað er navnanevndin, sum avger, um nøvn, sum ikki eru á navnalistanum, kunnu verða givin.

Nevndin viðger eisini umsóknir um undantak frá lógarkravinum um, at navn skal vera í samljóði við føroyskar málreglur, tá ið kallað verður upp eftir fólki í ættini.

Avgerðir hjá navnanevndini kunnu kærast til Umhvørvisstovuna.

Skal loyvi gevast til navnabroyting við navnaprógvi frá Umhvørvisstovuni, kann Umhvørvisstovan biðja um ummæli frá nevndini, áðrenn loyvi verður givið. Er ivi um, at navnið er í samljóði við føroyskar málreglur, biðjur Umhvørvisstovan somuleiðis um ummæli frá navnanevndina. Er ivi um stavseting ella snið navnsins tekur Umhvørvisstovan avger eftir tilmæli frá nevndini.

Samband

Navnanevndin
Fróðskaparsetur Føroya, Føroyamálsdeildin
Att. Anfinnur Johansen, formaður
V.U.Hammershaimbsgøta 16
Postsmoga 272
110 Tórshavn

t-postur anfinnurj@setur.fo