Samstarvsráðið

Samstarvsráðið hevur til endamáls at ráðgeva landsstýrismanninum og Skipaeftirlitinum í øllum málum, ið snúgva seg um trygd á sjónum, arbeiðsumhvørvi umborð og fyribyrging av havdálking.

Ráðið hevur tíggju limir, ið landsstýrismaðurin tilnevnir fyri fýra ár í senn eftir tilmæli. Landsstýrismaðurin velur formannin.

Nærri kunning um Samstarvsráðið fæst við at venda sær til Sjóvinnustýrið.