Fiskaaling P/f

Fiskaaling P/f er einasta felag í Føroyum, sum burturav arbeiðir við gransking og menning innan alivinnu. Felagið veitir eisini alivinnuni rogn og yngul, sum verður framleitt í tøttum samstarvi við fremstu kynbótafeløg í heiminum. Harumframt veitir Fiskaaling alivinnuni aðrar tænastur.

Felagið leggur stóran dent á gransking og royndir innan fiska- og djórasløg, ið eru og/ella kunnu gerast vinnuliga áhugaverd. Visiónin er at skapa eitt altjóða granskingarumhvørvi, sum við gransking og menning víðkar vitanarstøðið við tí endamáli at økja enn meira um dygdina í alingini.

Landið eigur allan partapeningin, og landsstýrismaðurin velur á hvørjum ári sjey nevndarlimir.


Nærri kunning um Fiskaaling P/f fæst á www.fiskaaling.fo