P/F Fiskaaling, í dagligari talu Firum, er einasta felag í Føroyum, sum burturav arbeiðir við gransking og menning innan alivinnu. Endamál felagsins er, smb. Løgtingslóg nr. 73 frá 25. mai 2009:

- at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni

- at reka vinnuligt virksemi innan hetta virkisemisøki og

- annað starv í hesum sambandi.

Visjónin er: Vitan til varandi aling. Tí arbeiðir Firum við langsiktaðari og dygdargóðari gransking, sum hevur til endamáls at uppbyggja vitan á altjóða støði til varandi aling. Hetta arbeiði skal koma alivinnuni – og harvið eisini føroyska búskapinum sum heild til góðar.

Landið eigur allan partapeningin, og landsstýrismaðurin velur nevndina.

Nærri kunning um Firum fæst á www.firum.fo