Visit Faroe Islands P/f

Visit Faroe Islands varð stovnað í mai 2014, tá ið Ferðaráð Føroya við lóg varð umskipað til alment partafelag. Visit Faroe Islands P/f skal - vegna landið - samskipa og marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland, og málið er, at umsetningurin í ferðavinnuni skal vera tvífaldaður í 2020.  

Visit Faroe Islands P/f umsitur eisini stuðulin til tær seks kunningarstovurnar, sum eru kring landið, umframt aðrar stuðulsskipanir, ferðavinnuni at frama. Visit Faroe Islands umboðar Føroyar í ferðavinnufelagsskapinum NATA, sum er eitt ferðavinnusamstarv millum Føroyar, Ísland og Grønland.

Landið eigur allan partapeningin, og landsstýrismaðurin velur á hvørjum ári sjey nevndarlimir.

Nærri kunning fæst á heimasíðuni www.visitfaroeislands.com