Starvslesandi
Starvslesandi í landsfyrisitingini ella á einum av føroysku sendistovunu
Løgmansskrivstovan samskipar umsóknir frá lesandi, sum vilja verða starvslesandi í landsfyrisitingini. Umsóknarfreistirnar eru miðskeiðis í september fyri tey, ið vilja verða starvslesandi fyrra hálvár, og hálvan mars fyri tey, ið vilja verða starvslesandi seinna hálvár.
Trýst her hevur tú hug at fáa nærri at vita um at gerast starvlesandi í landsfyrisitingini
Løgmansskrivstovan samskipar
Løgmansskrivstovan samskipar umsóknir frá lesandi, sum vilja verða starvslesandi (stagiare) á sendistovum Føroya í London, Brússel, Keypmannahavn, Reykjavík, Moskva og Beijing. Umsóknarfreistirnar eru um hálvan mars fyri tey, ið vilja verða starvslesandi seinna hálvár, og um miðjan september fyri fyrra hálvár.