Framtak

Framtak ger íløgur í nýggjar ella víðkaðar verkætlanir og í feløg, ið hava verið gjøgnum munandi broytingar ella skuldarumlegging. Íløgurnar verða gjørdar eftir marknaðarbúskaparligum treytum. 

Grunnurin er stovnaður av Føroya landsstýri og donsku stjórnini í felag í 1994. Í 1998 tók danska stjórnin seg úr grunninum.

Framtaksgrunnurin verður fyrisitin av 5-manna nevnd, sum situr eitt ár í senn. Landsstýrismaðurin velur fýra limir, sum í semju velja tann fimta limin.

Nærri kunning um Framtak fæst á heimasíðuni www.framtak.fo