Vinnuframi

Vinnuframi hevur til endamáls at stuðla tiltøkum, sum fjøltátta vinnulívið og økja vitanarnýtsluna. Grunnurin stuðlar vinnuni í avmarkaðan mun, men veitir ikki rakstrar- og íløgustuðul. Vinnuframi umsitur eisini stuðulsskipan til skipasmíð.

Grunnurin verður fyrisitin av 5-manna stýri, valt av landsstýrismanninum fyri fýra ár í senn. Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin.

Nærri kunning fæst á heimasíðuni www.vfg.fo